DJ Kingz eru Markus John Brockie Hansen og Esra í Dali Háberg. Teir eru 11 ára gamlir og hava gjørt tónleik saman, síðani teir møttust í frítíðarskúlanum í 1. flokki.
Seinastu árini hava teir framført nógvastaðni kring landið, bæði fyri stórum áhoyrarafjøldum og til ymisk tiltøk.
Við nógvari orku og góðum sambandi við áhoyrararnar hava DJ Kingz longu víst, at teir duga at skapa lív á pallinum, og tað hoyrist á teirra fyrsta lagi, sum teir skrivaðu saman, einans níggju ára gamlir.
Útgivið 17. september 2026 av Plátufelagnum Tutl