info
Ongi úrslit

Búskaparráðið: For­skatt­ing­in av pen­sjón­um var óheppin

Føroyar hava longu brúkt skattainntøkurnar, sum annars kundu verið tøkar, tá ið nógv fleiri pensjónistar skulu forsyrgjast.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 20:15

Búskaparráðið heldur, at tað hevði verið betri at skatta privatu eftirlønina, tá hon verður útgoldin, heldur enn tá peningurin verður goldin inn.

Búskaparráðið er rættiliga greitt í nýggju frágreiðingini um fíggjarpolitiskt haldføri: Avgerðin um at forskatta føroysku eftirlønaruppsparingina var óheppin.

Tá skipanin við bundnari eftirlønaruppsparing varð gjørd, var eitt av endamálunum, at framtíðar pensjónistar skuldu hava eina munandi egna eftirløn. Tað skuldi bæði minka um útreiðslurnar hjá landskassanum til fólkapensjón og skapa skattainntøkur í framtíðini, tá útreiðslurnar til eitt nú eldraøkið fara at vaksa.

Men í 2012 valdi landsstýrið at skatta eftirlønarinngjøldini frammanundan. Avleiðingin er, at tá pensjónirnar einaferð verða goldnar út, eru tær longu skattaðar.

Hetta heldur Búskaparráðið vera óheppið.

Skatturin verður brúktur nú

Trupulleikin er serliga tíðarsetingin.

Í framtíðini verða lutfalsliga nógv fleiri pensjónistar og færri fólk í arbeiðsførum aldri. Júst tá tørvurin á skattainntøkum verður størri, fara Føroyar ikki at fáa skatt av teimum stóru privatu pensjónsupphæddunum, sum verða goldnar út.

– Forskattingin av eftirlønaruppsparingini er óheppin, staðfestir Búskaparráðið.

Ráðið vísir á, at inntøkurnar frá skattingini av privatu pensjónsuppsparingini verða brúktar í dag og tí fara at mangla á fíggjarlógini í framtíðini.

Búskaparráðið heldur, at betri hevði verið við eftirskatting. Tá høvdu framtíðar pensjónistar goldið skatt, so hvørt sum teir fingu sína uppspardu pensjón útgoldna, og harvið verið við til at fíggja almennu útreiðslurnar í júst tí tíðarskeiðinum, tá ið talið av eldri verður nógv størri.

Landið missir eisini skatt av avkastinum

Tað er eisini ein annar fíggjarligur munur.

Tá eftirlønin verður skattað við inngjald, verður skatturin roknaður av upphæddini, sum verður sett inn. Varð hon í staðin skattað við útgjald, hevði uppsparingin vaksið í fleiri áratíggju, og landið hevði at enda kunnað skattað bæði upprunaligu uppsparingina og avkastið.

Búskaparráðið ger tó eina týðandi viðmerking: Hevði landið lagt skattainntøkurnar frá forskattingini til síðis, latið tær forrentað og ikki brúkt tær fyrr enn í framtíðini, hevði tað ikki gjørt mun, um skattað varð við inngjald ella útgjald. Men skatturin verður brúktur nú.

15,5 milliardir standa í eftirløn

Talan er longu um sera stórar upphæddir.

Við árslok 2025 høvdu føroyingar umleið 15,5 milliardir krónur í privatari eftirlønaruppsparing. Av hesum vóru 12,5 milliardir í føroyskum bankum og pensjónsfeløgum og umleið tríggjar milliardir í donskum pensjónsfeløgum. Samlaða uppsparingin svarar til umleið helvtina av føroyska BTÚ.

Frá 2026 skulu øll harumframt spara í minsta lagi 12 prosent av inntøkuni til egna eftirløn. Tí fer samlaða eftirlønarognin at vaksa nógv komandi árini.

Men skatturin av hesum inngjøldum kemur í landskassan nú – ikki tá ið framtíðar pensjónistarnir fáa peningin útgoldnan.

Føroyar verri fyri enn grannalondini

Hetta hevur eisini týdning, tá Føroyar verða samanbornar við hini Norðurlondini.

Búskaparráðið vísir á, at privata eftirlønaruppsparingin í 2024 svaraði til umleið 170 prosent av BTÚ í Danmark, 180 prosent í Íslandi, 110 prosent í Svøríki og 70 prosent í Finlandi. Í Føroyum var hon í 2025 umleið 50 prosent av BTÚ.

Harumframt verða eftirlønirnar í hesum grannalondunum skattaðar við útgjald. Tí hava londini framtíðar skattainntøkur frá pensjónsuppsparingini, meðan Føroyar longu hava tikið ein stóran part av sínum skattainntøkum inn.

Hetta ger mun, tí Búskaparráðið metir, at Føroyar standa fyri eini stórari fíggjarpolitiskari avbjóðing. Haldførisávísin er minus fýra prosent av BTÚ, svarandi til, at varandi tillagingar fyri umleið 1,2 milliardir krónur í miðal um árið skulu finnast, um verandi vælferðarstøði skal varðveitast.

Betri hevði verið at skatta við útgjald

Niðurstøðan hjá Búskaparráðnum er tí greið:

Betri hevði verið, um privata eftirlønin varð skattað, tá hon varð útgoldin. Tá høvdu framtíðar pensjónistar verið við til at fíggja tær vaksandi almennu útreiðslurnar í framtíðini, samstundis sum skattagrundarlagið hevði verið størri.

Sum Búskaparráðið tekur samanum:

„Betri hevði verið, um pensjónin varð eftirskattað“

Tí forskattingin hevur við sær, at Føroyar fara at hava lutfalsliga minni eftirlønarpening at skatta í framtíðini – júst tá ið tørvurin á almennum inntøkum verður størri.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

2 minuttir síðan
Tíðindi

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

30 minuttir síðan
Tíðindi

11 ára gamlir rapparar við fyrsta staklagunm

32 minuttir síðan
Hondbóltur

Ræðuligur seinni hálvleikur feldi Dánjal og liðfelagarnar

47 minuttir síðan
Tíðindi

Bogi Jacobsen brádliga farin frá sum stjóri í Varðanum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

4 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

4 tímar síðan