info
Ongi úrslit

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

Dagfinn Olsen
17. september 2026 kl. 21:15

Hvussu kann føroyskt handverk, endurnýtsla og matoyðsl geva íblástur til ein grønari gerandisdag? Hetta fara næmingar og lærarar frá Rótini í Klaksvík at siga okkum, tá tey bjóða børnum og familjum til kreativa verkstovu týsdagin, 22. september kl. 15.00 í Norðurlandahúsinum.

Á Rótini í Klaksvík arbeiða tey við burðardygd, endurnýtslu og grønari loysnum, og í ár eru tey í uppskoti til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Týsdagin fara næmingar og lærarar at hava tríggjar kreativar verkstovur í Norðurlandahúsinum, har tey fara at læra okkum ymiskt, tey hava royndir við frá skúlanum.

Eitt nú kunnu luttakararnir gera lyklaringar og skreytlutir úr ull, royna seg við at bregda - Føroya elsta handarbeiði - og læra at nýta rávørur og restir fyri at minka um matoyðsl.

Seinnapartin kunnu børn og vaksin arbeiða við tilfari, handverki og mati samstundis sum tey fáa innlit í, hvussu tey kunnu nýta tilfeingið, tey longu hava til taks, verður sagt í tíðindaskrivi.

Verkstovurnar eru kl. 15.00 - 17.00. Tær eru ókeypis, og tað er bara at møta upp - eingin tilmelding neyðug. Nærri kunning fæst her: https://www.nlh.fo/?event=12468/rotin-groenur-kreativitetur-ur-foeroyum


Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

1 tími síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár

15 minuttir síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

33 minuttir síðan
Tíðindi

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

1 tími síðan
Tíðindi

11 ára gamlir rapparar við fyrsta staklagunm

1 tími síðan
Hondbóltur

Ræðuligur seinni hálvleikur feldi Dánjal og liðfelagarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: For­skatt­ing­in av pen­sjón­um var óheppin

1 tími síðan
Tíðindi

Bogi Jacobsen brádliga farin frá sum stjóri í Varðanum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj bók um kreppustýring undir COVID-19

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu menna vit úrvalsleikaran?

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

4 tímar síðan