Aftaná tveir dystir í innleiðandi bólki E hava Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus eitt stig.
Í kvøld fekk Skanderborg Aarhus eitt stig til høldar í heimadystinum móti Dinamo Bukarest.
Dysturin endaði við javnleiki 25-25. Í steðginum var rumenska liðið á odda 15-14. Jóhan var noteraður fyri eitt mál.
Sunnukvøldið klokkan 19 hevur Skanderborg dyst á útivølli móti Skjern í bestu donsku hondbóltsdeildini.