info
Ongi úrslit

70 ára gamal fríkendur fyri eld í pisshúsi

Ákæruvaldið kravdi níggju mánaða fongsul, og eitt endurgjaldskrav á 1,25 milliónir krónur. Men Føroya Rættur metti ikki, at prógvini vóru nóg sterk til at døma mannin.

Eirikur Lindenskov
Í gjár kl. 22:55

Ein 70 ára gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti.

Maðurin var ákærdur fyri at hava sett eld á ein serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og síðani ringt 112.

Ein av høvuðsspurningunum í rættarmálinum var, hvat maðurin hevði sagt undir fyrstu avhoyringini hjá løgregluni. Í løgreglufrágreiðingini stóð, at hann hevði játtað, men hetta avvísti hann í rættinum. Verjin vísti eisini á, at maðurin hvørki hevði lisið ella undirskrivað frágreiðingina eftir avhoyringina.

Ákæruvaldið legði harumframt eina vakmyndaupptøku fram, sum vísti, at maðurin hevði verið í Vágsbotni um tað mundið, tá eldur varð settur á. Sambært ákæruvaldinum stuðlaðu upptøkan, løgreglufrágreiðingin og ósamsvar í frágreiðingunum hjá manninum undir ákæruna.

Verjin helt hinvegin, at einki prógv var fyri, at maðurin hevði verið inni á vesinum, áðrenn eldurin varð uppdagaður. Upptøkan kundi sambært verjanum eisini samsvara við frágreiðingina hjá manninum um, hvar hann hevði verið hendan dagin.

Ákæruvaldið kravdi níggju mánaðir fongsul. Harumframt hevði Betri Trygging sett fram eitt endurgjaldskrav á umleið 1,25 milliónir krónur.

Føroya Rættur metti kortini ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at tað var maðurin, sum setti eld á. Hann varð tí fríkendur.

Stórur skaði stóðst av eldinum, og pisshúsið hevur verið stongt síðani. Í summar varð farið undir arbeiðið at byggja eitt nýtt pisshús í Mylnugøtu. Tað verður bygt við síðuna av verandi pisshúsið, har sum ein transformatorstøð hjá SEV stendur. Hon verður flutt har, sum pisshúsið var. Av tí at trappur eru til pisshúsið úr tveimum ættum, hevur býráðið valt at gera nýggja wc á veghædd beint við síðuna av Hotel Tórshavn. Úr erva – framman fyri ráðhúsið, verður lyfta niður til pisshúsið.

##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

16 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

17 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

5 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

6 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

34 minuttir síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

51 minuttir síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

59 minuttir síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt loftálop á Kyiv í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Landsliðsúttøkurnar vera mánadagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Upsi og aling - hvat vita vit?

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm lótu lív í bussvanlukku í Sveis

3 tímar síðan
Tíðindi

Putin er í India á BRICS-toppfundi

4 tímar síðan
Tíðindi

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

25 ár síðani heimurin broyttist

5 tímar síðan
Tíðindi

Hongkong-aktivistar fongslaðir fyri minningarhald

6 tímar síðan