B71 hevði í kvøld vitjan av næstbesta liðnum hjá EB/Streymi. Heimaliðið vann 5-0, og stóri maðurin inni í Dal í kvøld var danski B71 álopsspælarin Lucas Ørneborg.
Eftir fyrra hálvleik var 1-0. Málið skoraði Lucas Ørneborg, tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir, og støðan var 1-0 inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá skoraði B71 trý mál í fýra minuttir. Lucas Ørneborg økti um leiðsluna til bæði 2-0 og 3-0 og skoraði harvið hattrikk, og tá ið Aron Klementsen økti um munin til 4-0, var tað Lucas Ørneborg, sum átti uppleggið.
Tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti Lucas Ørneborg trivaliga 5-0 sigurin. Hann er nú toppskjútti í 1. deild við 29 málum, sum hann hevur skorað í 23 dystum.
Leygardagin 10. oktober fer B71, sum er topplið við 59 stigum, at spæla á útivølli ímóti NSÍ.
Tað eru átta stig aftur til Víking, ið er næstfremst. Víkingur fær í morgin klokkan 18 vitjan av FC Suðuroy, sum um vikuskiftið tryggjaði sær pláss í Meistaradeildini. FC Suðuroy er á triðja plássi við 50 stigum.
EB/Streymur er aftast við 11 stigum. Leygardagin 10. oktober fer EB/Streymur at spæla á heimavølli ímóti B36.