info
Ongi úrslit

Alment Føroyameistaraskap í Olympiskari Vektlyfting

Styrkifelag Føroya, felag undir Styrkisambandi Føroya, skipar kappingina.

Eirikur Lindenskov
13. mars 2021 kl. 22:15
Hetta er aðru ferð skipað verður fyri FM. Fyrsta FM var í 2020. Úrslitini frá tí kappingini kunnu síggjast á talvuni í greinini. Olympisk Vektlyfting, sum tað liggur í navninum, er ein olympiskur ítrottur. Tað snýr seg um vektlyfting í greinunum ”Snatch” (Trekk) og ”Clean and Jerk” (vend og stoyt). Hesin ítrottur bleiv partur av OL í 1920, og er sostatt ein ítrottur við langari søgu. Við nýstovnaða sambandinum, og ítrottarfelagnum Styrkifelag Føroya, hevur hann veruliga tikið dik á seg her á oyggjunum. Olympisk Vektlyfting hevur kropsliga styrki, fimi og ítrottaranda sum hornasteinar. Tað verður kappast eftir IWF (International Weightlifting Federation) mannagongdum/reglum. Kappast verður eftir Sinclair háttinum. Sinclair hátturin javnsetur luttakararnar yvir fyri kropsvekt. T. v. s. at ein lættur lyftari kann tískil vinna á einum tyngri lyftara, hóast tann tyngri lyftir meira.  Hóast kappast verður eftir Sinclair háttinum, so er møguleiki at seta almenn føroysk met í vektklassunum hjá IWF (International Weightlifting Federation).  Styrkifelag Føroya er í samstarvi við danska landsliðsvenjarin í Olympiskari Vektlyfting, Frank Petersen, og hann er við at skipa kappingina. Kappingin, sum fer fram í hølunum hjá Tvørmegi, er skipað undir ÍSF. Sostatt eru reglur, vit kenna frá almennu ítróttini galdandi. 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

8 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

4 minuttir síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

24 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

34 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

1 tími síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

3 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

4 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

5 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

5 tímar síðan