21. oktober lá ódnin umleið 850 kilometrar eystan fyri norðara partin av Luzon, størstu oynni í Filipsoyggjunum. Hon hevði tá styrki svarandi til kategori 5 á Saffir-Simpson-stiganum, sum er hægsta stigið. Vindferðin var upp í 296 kilometrar um tíman. Tað eru sterkastu støðugu vindar, sum eru skrásettir í nøkrum tropiskum ódnarveðri í heiminum í 2026.
Copernicus Marine Service hevur gjørt nýggjar dátumyndir, sum vísa, hvussu ódnin ávirkar havið.
Á myndini sæst, hvussu vindskaptu aldurnar snara kring miðjuna á ódnini móti sólini, soleiðis sum vanligt er fyri tropiskar ódnir á norðaru hálvkúlu.
Nær miðjuni vísa dátuni eina sokallaða týðandi aldubroddarhædd upp á 10 metrar. Tað merkir miðalhæddina á hægsta triðinginum av aldunum.
Copernicus Marine Service fylgir støðugt við havumstøðum og ger forsagnir, sum millum annað verða brúktar til sjótrygd, meting av ódnarskaðum og fyrireikingar í strandarøkjum.