info
Ongi úrslit

Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

Liðið hjá Hanusi Sørensen fekk stig aftaná tvey tap á rað

Heri Á. Simonsen
28. november 2026 kl. 20:45

Eina góða løtu sá tað út til, at liðið hjá Hanusi Sørensen í bestu slovensku fótbóltsdeildini, Aluminij fór at tapa triðja dystin á rað í deildini.

Hanus - sum spældi allan dystin - og liðfelagarnir vóru í útidystinum móti Bravo aftanfyri 0-1, tá vanliga leiktíðin var farin. Men í 94. minutti tryggjaði Bede Amarachi Osuji Aluminij ein kærkomnan javnleik.

Aluminij er nummar sjey í deildini við 17 stigum.

Komandi fríggjadag klokkan 16.30 spælir Aluminij seinasta dystin undan summarsteðginum. Dysturin verður leiktur á heimavølli móti Mura, ið er næstaftast í deildinum við 14 stigum. Við sigri kunnu Hanus og liðfelagarnir fáa góða frástøðu til næstaftasta liðið.

Aftaná lokna kapping flytur aftasta liðið beinleiðis niður í næstbestu deildina. Næstaftasta liðið spælir Play Off dystir um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvøroyri fyri­reik­ar seg longu nú til Suður­oyar­tunnilin

27 minuttir síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Føroyar taptu fyri Estlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Byggisamtyktin fyri Kirkjubø broytt enn einaferð

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólatræið í Havn tendrað

1 tími síðan
Hondbóltur

U17-kvinnurnar taptu fyri Íslandi

1 tími síðan
Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

3 tímar síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

3 tímar síðan