info
Ongi úrslit

Sjálvmál hjá Gunnari Vatnhamar kostaði Vejle sigurin

Vejle fekk bert eitt stig við sær úr Gladsaxe

Mynd: Vejle Boldklub
Heri Á. Simonsen
27. november 2026 kl. 23:00

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Vejle var á odda 2-1 móti AB á leikvøllinum í Gladsaxe. Men inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var Gunnar so óheppin at beina bóltin í egið mál, og so fekk Vejle bert eitt stig við sær.

Teir í Vejle eru næstfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 31 stigum. Hvidovre er fremst við 36 stigum. FC Fredericia hevur 26 stig á triðja plássinum, men hevur spælt ein dyst færri enn Vejle.

AB legði seg á odda 10 minuttir undan steðginum. Við tveimum málum fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki syrgdi Tobias Bach fyri, at Vejle legði seg á odda 2-1, men í yvirtíðini hendi tað sum ikki mátti henda.

Í morgin klokkan 12 verður føroyingauppgerð, tá Poul Kallsberg og liðfelagarnir í Hillerød taka ímóti liðnum hjá Árna Nóa Atlasyni og Ara Olsen, Vendsyssel FF.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Liðið hjá Teis fekk bank í grannauppgerðini

9 minuttir síðan
Tíðindi

Norskt reiðarí verður revsað fyri 2,1 kilo av kalva

54 minuttir síðan
Tíðindi

U17: Flottur endaspurtur tryggjaði Føroyum sigur á Ísrael

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrr og nú

1 tími síðan
Tíðindi

Grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

2 tímar síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

3 tímar síðan
Tíðindi

Zamar gevur út jólasangin „Jólakvøld“

3 tímar síðan
Tíðindi

Marcus & Martinus á Summar Festivalin

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Lat tað Vera jól

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vit panta sodavatn og vín á sama stað

4 tímar síðan