info
Ongi úrslit

Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum

Føroyska kvinnulandsliðið avrikaði munandi betri í seinna hálvleiki

Mynd: Norska hondbóltssambandið
Heri Á. Simonsen
26. november 2026 kl. 21:20

HSF skrivar:

- Hóast Føroyar vóru væl við í seinna hálvleiki, so vístu norsku heimsmeistararnir onga náði og vunnu stórt 41-23, eftir at tær vóru frammanfyri, 24-10, í hálvleikinum. Føroyar fingu allar leikararnar í hópinum í spæl, og fingu fleiri at teimum meira óroyndu leikarunum virðismiklar landsliðsminuttir móti heimselituni.

Heili 2000 áskoðarar vóru til dystin í dag í Stjørdal, sum liggur skamt frá Tróndheimi. Føroyar byrjaðu við Janu Mittún, Maritu Mortensen og Fríðu Olsen á bakkunum. Maria Nólsoy var ikki tøk til dystin í dag, men verður ætlandi við leygardagin móti Danmark. Føroyar høvdu tað trupult í fyrra hálvleiki og stríddust við at skapa nóg góðar kjansir. Norska verjan stóð væl og trýsti okkara til villur, heili 8 tað fyrsta korterið. Føroyar skiftu til at spæla 7 móti 6 um miðjan hálvleik og hepnaðist spakuliga betri. Rannvá Olsen gjørdi tað væl á vinstra vongi og skoraðu tríggjar ferðir, somuleiðis Fríða Nolsøe Olsen við trimum. Heimsmeistararnir úr Noreg vóru tó eirindaleysar, tær vunnu sínar dystir, ein móti einari, sýndu kropsstyrki og komu lætt til kjansir og mál. Tær struku avstað og vóru frammanfyri 24-10 í hálvleikinum.

Føroyar stóðu seg væl í seinna hálvleiki. Nógv lá á Janu Mittún í føroyska álopinum, men fekk hon nú betri glið á. Hon var eisini kosin besti leikari hjá Føroyum eftir dystin. Ró Reginsdóttir og Anna Elisabeth Weyhe spældu eisini løtur í føroysku bakkplássunum og stóðu seg seg eisini væl. Munurin vaks ikki veruliga aftur fyrr ein seinastu løtina, tá Noreg aftur økti við nøkrum málum og vunnu 41-23

EM-fyrireikingarnar halda fram og í ovurmorgin, leygardagin, møta Føroyar Danmark. Dysturin byrjar kl. 13.00, føroyska tíð, og verður vístur á TV2 Sport og TV2 Play.

Málskjúttar:
Pernille Brandenborg 5(2)
Jana Mittún 5
Rannvá Olsen 4
Fríða Nolsøe Olsen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Marita Mortensen 2
Christina Turiðardóttir Arge 2

Málverjar:
Rakul Wardum 27 min., 5 bjargingar
Annika Fríðheim Petersen 33 min., 6 bjargingar

Dystargongdin Noreg – Føroyar:
5 min: 4-1
10 min: 8-3
15 min: 11-3
20 min: 17-5
25 min: 19-8
30 min: 24-10
35 min: 27-12
40 min: 30-14
45 min: 33-17
50 min: 35-19
55 min: 37-21
60 min: 41-23

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

27 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

37 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

49 minuttir síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

57 minuttir síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

1 tími síðan
Tíðindi

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

2 tímar síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

3 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

3 tímar síðan
Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

4 tímar síðan