info
Ongi úrslit

Anna Kristina og Niels Áki føroyameistarar

Leygardagin var FM í olympiskari vektlyfting. Framstigini innan kappingargreinina eru stór, og vit sóu eisini tveir nýggjar føroyameistarar

Jóannes Hansen
21. mars 2021 kl. 21:15
Talan var um bert aðru FM-kappingina, eftir at Styrkifelag Føroya varð sett á stovn í 2020. Aftur hesa ferð varð kappast í hølunum hjá Tvørmegi í Havn, og tað var hugaligt at síggja, hvussu stór framstigini eru hjá einstøku lyftarunum. Av tí sama varð talan eisini um met í mest sum øllum vektflokkum, tá luttakararnir royndu seg, og fyri fleiri var talan eisini um persónlig met. Olympisk vektlyfting er skipað soleiðis, at kappast verður í tveimum greinum. Tær eru trekk, har vektin skal syftast upp um høvd í einum, og vend og stoyt, har vektstongin fyrst verður lyft upp á akslarnar, áðrenn seinasta takið upp um høvd verður tikið. Luttakararnir hava trý lyft í part, og kappast verður tvørtur um kyn og vektflokkar á tann hátt, at vektin á steingini ongan tíð fer niður, men luttakararnir tørna til, so hvørt sum vektin er har, sum tey ætla at lyfta. Anna Kristina og Niels Áki sterkast 10 luttakarar vóru til kappingina leygardagin. Av hesum vóru tríggjar kvinnur, og tvær teirra hava fyri tað nógva vant í Danmark. Anna Kristina Norðberg Niclassen hevur vant lyfting í Danmark, áðrenn hon flutti til Føroya, og hon vísti seg sum sterkasta kvinnan. Hon lyfti 73 kg í trekk, meðan 94 kg fóru upp um høvd í ven dog stoyt. Henni á baki kom Maibritt Reynheim Petersen, meðan Erna Krett Hansen gjørdist nummar trý. Hjá monnum varð roknað við, at kappingin fór at standa millum Niels Áka Mørk og Pól Hendrik Andreasen, men Pól Hendrikur hevði ein skaða í handliðnum, og tí lyfti hann bert tí einu ferðina í trekk, og var tað lyftið væl minni enn tað, sum hann vanliga lyftur. Tað merkti tó ikki, at Niels Áki fekk frítt spæl. Serliga var tað Leif av Bøgarði, sum gav honum skarpan gang. Niels Áki lyfti 79 kg í trekk og 103 kg í ven dog stoyt. Leif lyfti ávíkavist 93 og 121 kg í somu greinum, men tá Niels Áki er væl lættari enn Leif, gav umrokningin til Sinclair-stigan honum oddasessin. Tað kann leggjast afturat, at verður hugt at úrslitunum til DM-kappingina í fjør, hevði avrikið hjá Niels Áka verið nóg mikið til at tryggjað honum gull. Úrslit Kvinnur Navn                                                     vekt              trekk  vend&stoyt                  íalt           Sinclair Anna Kristina Norðberg Niclasen    <71                   73                   94                 167         214,637 Maibrit Reynheim Petersen             <71                   67                   80                 147         189,102 Erna Krett Hansen                              <76                   48                   60                 108         130,857 Menn Navn                                                     vekt              trekk  vend&stoyt                  íalt           Sinclair Niels Áki Mørk                                     <61                   79                 103                 182         263,298 Leif á Bøgarði                                       <89                   93                 121                 214         252,823 Rudi Persson                                        <89                   88                 118                 206         247,839 Sofus Bech                                            <89                   90                 113                 203         239,182 Mortan á Bøgarði                               <89                   75                 106                 181         212,137 Pól Hendrikur Andreasen                 <73                   45                 113                 158         205,431 Niels Juel Arge                                   >109                   81                 115                 196         205,347 Rói Hjaltalin                                       <109                   75                   95                 176         190,086 Sølvi Smith                                            <89                   60                   75                 135         159,753

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

8 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

26 minuttir síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

1 tími síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

3 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

4 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

5 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

5 tímar síðan