info
Ongi úrslit

Árligi Býarskáin verður um vikuskiftið 7. og 8. november

Runavíkin spílar seg av álvara út, og yvir 30 handlar, fyritøkur og matstovur bjóða til ein risastóran Býarskáa við góðum tilboðum, vælsmakkandi mati, tónleiki og spennandi upplivingum fyri bæði stór og smá.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 13:45

Tíðindaskriv:

Býarskáin er stóra heysttiltakið í Runavíkar kommunu, har handilslívið setur hol á eina rimmar jólasølu við serstøkum tilboðum, kappingum og undirhaldi.

Úr rúgvusmiklu skránni, sum handilslívið skipar fyri, kann nevnast skattaveiða, andlitsmáling og ballónir til børn, tónleikur og listaframsýningar í fleiri av handlunum, vælverukvøld í svimjihylinum, søguløtur á bókasavninum og møguleiki at taka ársins jólamynd við familju ella vinum. Og tað er ikki bara í handlunum, at nógv verður á skránni...

Ein stórsligin tónleikauppliving í Løkshøll

Eitt av stóru hæddarpunktunum verður í Løkshøll leygarkvøldið 7. november kl. 20.00, har tónleikaverkið Bylgjan eftir Niclas Johannesen verður framført við ikki færri enn 60 fólkum á pallinum. Verkið varð upprunaliga framført í sambandi við vígsluna av nýggju svimjihøllini Bylgjuni.

Við kóri, blásarum, orkestri, solistum og upprópara verður lagt upp til eina serliga tónleikauppliving. Eftir konsertina verður forkunnugt prát um tónleikalívið á eystara armi á Skálafjørðinum við Hilmari Jan Hansen sum orðstýrara.

Kom og MENN'ist í MEST

MEST bjóðar til opið hús leygardagin 7. november kl. 15.00, og Mourits Mohr, stjóri, fer at greiða frá virkseminum hjá felagnum. Eisini verður spennandi tiltakið Kom og MENN'ist, har sjóneykan verður sett á eitt bæði áhugavert og aktuelt evni: Kópur í Føroyum. Á skránni verða framløgur og orðaskifti um kópin, tónleikur við Sámali Ravnsfjall og góðar smakkroyndir frá OY.

Skrúðgonga við horn- og harmoniorkestrum

Sunnudagin 8. november kl. 16.00 verður býurin eisini karmur um eina festliga skrúðgongu við góðum tónleiki og stemningi við horn- og harmoniorkestrunum GHM, Havnar Hornorkestur og Nes Sóknar Musikkfelag. Ein hugnalig og lívlig uppliving fyri bæði børn og vaksin, sum uttan iva fer at seta sín dám á Býarskáan.

Gøtumatur úr øllum heimsins hornum

Uttanfyri Gulu Smiðju verður aftur í ár eitt stórt og hugnaligt matarøki við matarvognum og smáttum. Her verður møguligt at royna spennandi rættir úr ymiskum heimspørtum – heilt úr Fjareystri til Grikkalands og nógv harímillum.

Góð tilboð og longdar upplatingartíðir

Handlarnir bjóða eina rúgvu av serstøkum tilboðum, og tann vælumtókta stempulkappingin verður sjálvandi eisini á skránni. Vinningurin er – sum altíð – góður!

Handlarnir hava opið frá kl. 10.00 til miðnátt leygardagin og frá kl. 14.00 til 20.00 sunnudagin, so ríkiligt høvi verður at gera góð keyp og njóta býarlívið.

Alt hetta og mangt annað verður á skránni, tá Runavíkin bjóðar til Býarskáa!

Nærri kunning um tiltøk, tilboð og alla skránna fæst á byarskain.fo og á Facebook-síðuni Býarskái í Runavík.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

14 tímar síðan

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Svøríki leingir marknaeftirlitið í eitt hálvt ár

10 minuttir síðan
Tíðindi

Førka fingið ískoyti til umhvørvisgóðkenning

44 minuttir síðan
Tíðindi

Nú nærkast til Tjaldrið og Brimil verða tøkir aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Svensk rúmdarstøð í miðdeplinum

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Oleksandra fór eftir brenni og fann ein arm

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Kópakonan á pall í Taivan

2 tímar síðan
Tíðindi

STÁSTÍÐ – Klaks­vík bjóð­ar viku­skifti við shopp­ing, ment­an, mati og væl­veru

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kunnu vit betur gagnnýta útlendsku arbeiðsmegina

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Firum allar gávur lær at siga takk

2 tímar síðan
Tíðindi

Hallgrímur Helgason úr Íslandi vitjar Bókadagar

2 tímar síðan
Tíðindi

Í minsta lagi 12 flogfør rakt av bumbuhóttan

2 tímar síðan
Tíðindi

Ronaldo er liðugur á portugisiska landsliðnum

3 tímar síðan