20 ára gamla, Nathalia Filgueiras, fekk flogsertifikat longu sum 17 ára gomul, og hetta var áðrenn hon hevði tikið koyrikort til bil.
Í gjár var hon annar av flogskiparunum í privatflogfarinum, sum datt niður nærindis Palm Beach í Florida, har øll 11 í flogfarinum lótu lív.
Tað er mamma hennara, Camila Corteleti, sum fortelur hesa søgu fyri The New York Times.
Óvist er, hvør stýrdi flogfarinum, tá vanlukkan hendi, men greitt er, at flogfarið hevði trupulleikar við turbulensi og ísi.
Sagt verður, at Nathalia Filgueiras longu sum blaðung hevði stóran áhuga fyri flúgving.
- Hon elskaði frælsið og segði, at tað er nakað heilt annað at síggja heimin úr erva, sigur mamma hennara, Camila Corteleti, við The New York Times.
