Tað byrjaði við einum arbeiði, sum skuldi geva honum nøkur oyru, meðan hann las.
Tá Robert Thomsen fór til Danmarkar at lesa í 2000, segði ein vinmaður honum, at tey manglaðu ein morguntænara á 71 Nyhavn Hotel í Keypmannahavn. Hann søkti og fekk starvið.
Hetta gjørdist byrjanin til eina langa yrkisleið í Arp-Hansen Hotel Group. Tann 1. november tók gøtumaðurin við sum ovasti stjóri í samtakinum.
Fyrstu royndirnar við kundatænastu fekk hann tó heima í Norðragøtu. Mamma hansara, Mary, átti kioskina í bygdini, og har hjálpti hann til sum ungur. Sambært einari samrøðu við Norðlýsið, legði hon dent á, at hann var fyrikomandi og smílandi, so viðskiftafólkini kendu seg væl.
Eftir skúlagongd í Fuglafirði, fór hann á eftirskúla í Mariager. Síðani kom hann heim aftur og gekk á HF á Kambsdali í 1998 og 1999, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar.
Í hotellvinnuni fekk hann so líðandi størri ábyrgd. Hann arbeiddi í móttøkuni og røkti fleiri leiðslustørv, til hann í 2009 gjørdist hotellstjóri. Í 2018 fekk hann ábyrgdina av rakstri og starvsfólkaviðurskiftum í øllum samtakinum, og í oktober 2023 gjørdist hann varaforstjóri. Samstundis hevur hann útbúgvið seg víðari og tikið eina MBA við Copenhagen Business School.
Nú tekur Robert Thomsen við eftir Dorte Krak, sum hevur verið ovasti stjóri í 23 ár. Hon heldur fram sum virkandi næstforkvinna í nevndini og fer at savna seg um ognirnar og strategisku menningina hjá fyritøkuni.
Leiðsluskiftið er sambært samtakinum ein partur av einari umskipan, har dagliga leiðslan verður latin Robert Thomsen, meðan ávísar uppgávur við fígging og byggi- og ognarmenning verða fluttar til nevndina.
Robert Thomsen sigur í fráboðanini, at hann er errin av at fáa ábyrgdina av fyritøkuni, har hann hevur arbeitt í meira enn 25 ár. Hann ætlar at menna hotellini og upplivingarnar hjá gestunum saman við starvsfólkunum.
Arp-Hansen eigur og rekur 12 hotell og tvey vallarheim í Keypmannahavn, Gentofte og Aarhus. Tilsamans eru stívliga 5.000 kømur, og starvsfólkahópurin svarar til sløk 700 fulltíðarstørv. Millum gistingarstøðini eru Tivoli Hotel & Congress Center, 71 Nyhavn Hotel og Wakeup-hotellini.