info
Ongi úrslit
© Mynd: Agnete Brun

Hallgrímur Helgason úr Íslandi vitjar Bókadagar

Maðurin, sum skrivaði Kvinden ved 1000°, 101 Reykjavík og Tres kilo solskin kemur til Bókadagar at tosa um bæði bókmentir og myndlist. Hetta verður leygardagin, 14. november kl. 19.00.

Eirikur Lindenskov
5. november 2026 kl. 11:37

Hallgrímur Helgason er millum eyðkendastu og mest fjøltáttaðu listafólk Íslands. Hann er kendur fyri brúsandi skrivistílin, málsligu orkuna og evnini at flætta saman gaman og álvara. Ritverkið fevnir um bæði skaldsøgur, yrkingar, sjónleikir, og av kendastu verkum hansara kunnu nevnast Kvinden ved 1000°, Lejemorderens guide til et smukt hjem, 101 Reykjavík og nýggjastu skaldsøguna Tres kilo solskin.

Ritverkið hjá Helgason er eyðkent við serligari málsligari orku. Ummælarar vísa serliga til hansara hugflog, ríka orðfeingið og at hann so lættliga megnar tað tragiska og skemtiliga í senn. Ritverk hansara er bæði undirhaldandi og letur upp fyri nýggjum áskoðanum á menniskju, samfelag og søgu.

Helgason er ikki einans rithøvundur. Hann er somuleiðis myndlistafólk og sera áhugaður at kjakast um samfelagsviðurskifti. Listaliga fevnir hann tvørtur um fleiri listagreinar. Á Bókadøgum fáa vitjandi høvi betur at síggja báðar síður av hansara listaliga arbeiði, tá Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, hittir hann til eitt samtal um bókmentir, myndlist og sambandið millum hesar listagreinir. Tiltakið er ókeypis.

Hallgrímur Helgason, borin í heim í 1959, hevur tríggjar ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins  og hevur tríggjar ferðir vunnið íslendsku bókmentavirðislønina.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

12 tímar síðan

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Haldaragrein

Kópakonan á pall í Taivan

1 minuttur síðan
Lesarabrøv

Nú kunnu vit betur gagnnýta útlendsku arbeiðsmegina

4 minuttir síðan
Lesarabrøv

Firum allar gávur lær at siga takk

14 minuttir síðan
Tíðindi

Í minsta lagi 12 flogfør rakt av bumbuhóttan

32 minuttir síðan
Tíðindi

Ronaldo er liðugur á portugisiska landsliðnum

58 minuttir síðan
Tíðindi

Jamilla á Café Bella

1 tími síðan
Tíðindi

Oktober var lýggj­ari enn van­ligt – og tað regn­aði í 26 dagar

1 tími síðan
Tíðindi

Landbúnaðarøki við Norð­skála kann ger­ast neysta­øki

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur skipari dømdur fyri kaðalbrot í Eystursjónum

2 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir nýggj­um leið­ara til eldra­tæn­astu við 100 árs­verkum

2 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðið við Smyrli mett at kosta útvið 200 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Prutl mált til 82 kilometrar um tíman í Havn

4 tímar síðan