Bæði tey føroysku vaktar- og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, hava ikki verið tøk hjá Vørn seinastu fleiri vikurnar.
Brimil, sum er 26 ára gamal, er til planlagt viðlíkahald, har nógv ymiskt er gjørt við skipið, og Tjaldrið hevur ligið við maskinbreki.
Jóhan Simonsen, virkandi stjóri í Vørn, sigur, at øll spøl umborð á Brimli eru gjøgnumgingin, og rør og annað eru skift, eins og sandblást er undir spølunum.
Tað var, meðan Brimil var til planlagdar umvælingar og viðlíkahald, at Tjaldrið fekk maskinskaða um hálvan august, og tá hevði Vørn knappliga einki skip.
Men, nú nærkast tíðin, til Vørn fær bæði skipini aftur.
Virkandi stjórin sigur, at um alt gongur væl, verður Tjaldrið liðugt síðst í næstu viku, og Brimil verður væntandi liðugur einar tveir dagar seinni.
- Hetta eru eftir hondini gomul skip, men bæði Tjaldrið og Brimil eru sera væl viðlíkahildin og hava somu motorar, sum tá tey komu.
Johan Simonsen vísir á, at flestu av monnunum, sum manna hesi skip, hava siglt við teimum í fleiri ár, og hann leggur dent á, at dagliga viðlíkahaldið umborð altíð hevur verið gott.
- Tá skipini verða liðug hjá Mest um eina góða viku ella so, skulu tey sjálvsagt royndarsiglast, áðrenn vit endaliga fáa tey aftur.
Virkandi stjórin sigur, at tað verður gott at fáa Tjaldrið og Brimil aftur, tí skipini eru eisini ein týðandi partur av føroysku tilbúgvingini á havinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at setanartilgongdin at finna nýggjan stjóra til Vørn er byrjað, men tað er greitt, at nýggi stjórin verður ikki Jóhan Simonsen.
- Nei, eg havi ikki søkt stjórastarvið, og tá nýggjur stjóri er settur, fari eg aftur í mítt starv sum deildarstjóri á stovninum, sigur virkandi stjórin.