Nýggi tilbúgvingar- og goymslutangin er til til K2-súrløgu á Skarðshjalla.
Umhvørvisstovan skrivar, at tangin hevur eina rúmd á umleið 5.100 rúmmetrar og skal fyrst og fremst økja um goymsluorkuna til súrløgu frá alivinnuni, serliga í støðum, har stórar nøgdir av deyðfiski skulu handfarast eftir stuttari tíð.
Tangin verður ogn hjá P/F Salmon Proteins, men verður staðsettur á økinum hjá Förka og knýttur at verandi skipanum á biogassverkinum. Förka hevur umhvørvisligu ábyrgdina av tanganum.
Í ískoytinum eru millum annað settar treytir um uppsamling av møguligum útláti, ávaring móti yvirfylling, eftirlit og tilbúgving.
Verandi umhvørvisgóðkenning frá 2019 er framvegis galdandi saman við nýggju treytunum í ískoytinum.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er 2. desember 2026.