info
Ongi úrslit
© in.fo - tilgjørd mynd

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Politiið ávarar bilførarar í Havn um oljuleka á fleiri vegum. Sambært vaktleiðaranum er so mikið hált, at fólk hjá sløkkiliðnum meta tað vera vandamikið at koyra.

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 17:48

Politiið hevur higartil fingið tríggjar fráboðanir um olju á vegnum.

Talan er í øllum førum um Jóannesar Paturssonargøtu, Grønlandsvegin, Ringvegin og Villingadalsvegin.

– Tað er ræðuliga, ræðuliga hált. Fólk mugu koyra so varliga, sum tey kunnu, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Enn veit politiið ikki, hvaðani oljan stavar.

– Vit kunnu bara gita beint nú. Vónandi er onkur, sum veit, hvat er hent, og kann melda seg sjálvur, sigur vaktleiðarin.

Sløkkiliðið er boðsent og arbeiðir við støðuni. Sambært vaktleiðaranum siga teir, at so mikið hált er á vegnum, at tað er vandamikið at koyra.

Politiið kann heldur ikki útiloka, at olja er á vegunum aðrastaðni í Havn.

– Tað kann saktans vera aðrastaðni eisini, sigur vaktleiðarin.

Bilførarar verða tí bidnir um at koyra sera varliga og vera serliga ansin á teimum nevndu vegunum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Alt býráðið í Vági skal vera við til at gera fíggjarætlan

4 minuttir síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti stórt fyri Japan

42 minuttir síðan
Tíðindi

90 ára gamal og luttekur framvegis í altjóða kappingum

43 minuttir síðan
Tíðindi

Marius Borg Høiby verður leyslatin úr varðhaldi

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til Skála ÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Elbilarnir meira enn tví­fald­að­ir síð­an árs­byrjan 2024

2 tímar síðan
Tíðindi

Ákærdur fyri kynsligan ágang móti 70 børnum í Týsklandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Hans Egede kirkja: Fyrilestur við Jákup Reinert Hansen um Gudmund Bruun

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Partabræva­markn­að­ur­in held­ur ond­ini und­an amerik­anska vali­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

4 tímar síðan