Eldurin, sum herfyri kostaði fýra fólkum lívið á kanadisku herstøðini Wainwright, stóðst av venjing við skarpløddum granatum.
Tað upplýsir kanadiska verjan.
- Eldurin byrjaði á skjótibreytini við sjálvvirkandi granatkastarum, og nógvi vindurin henda dagin førdi til, at eldurin spjaddi seg og tók fleiri herfólk á bóli.
Kanadiska verjan sigur, at fýra herfólk lótu lív, og hetta er størsta vanlukka, sum hevur rakt kanadisku verjuna í friðartíð.
Sagt verður, at 27 herfólk framvegis liggja á sjúkrahúsi eftir deyðseldin, harav støðan hjá fleiri teirra er álvarslig.