info
Ongi úrslit

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

Tórshavnar kommuna hevur ongar ítøkiligar ætlanir við lendinum enn, men metir tað vera væl hóskandi til byggilendi. Býráðið samtykti einmælt at taka av tilboðnum frá Betri Banka.

Eirikur Lindenskov
23. oktober 2026 kl. 15:27

Tórshavnar kommuna keypir eitt gott 12.000 fermetra stórt øki á Signabø frá Betri Banka.

Keypsprísurin er 2,6 milliónir krónur, svarandi til umleið 214 krónur fyri fermetur. Við tinglýsingargjaldi og skeytiskostnaði verður samlaði kostnaðurin 2.635.000 krónur.

Keypið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjár.

Liggur upp at sethúsaøki

Sambært málslýsingini liggur økið væl fyri, beint upp at einum sethúsaøki og við vegatkomu.

Meginparturin av lendinum liggur oman fyri vegin og er fevndur av byggisamtyktini A1, sum er bústaðarøki. Ein minni partur liggur niðan fyri vegin og er lagdur til neystaøki og fjórða grundumráði.

Í málslýsingini er samlaða víddin upplýst at vera 12.137 fermetrar.Ongar ítøkiligar ætlanir enn

Hóast kommunan keypir lendið við byggimøguleikunum fyri eyga, eru ongar ítøkiligar ætlanir fyri økið í løtuni.

Umsitingin metir tó, at kommunan eigur at taka av, nú møguleikin er at ogna sær byggilendi í Kollafjarðarøkinum.

Fíggjarnevndin tók undir við keypinum 7. oktober, og býráðið hevur nú góðkent bæði keypið og játtanina. Peningurin verður tikin av kontuni til keyp og sølu av ognum.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

1 tími síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

1 tími síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

1 tími síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

5 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

5 tímar síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

5 tímar síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

6 tímar síðan