Aftaná fýra tap á rað í League Two bragdaði hjá David Geza Turi og liðfeløgunum í Grimsby Town, ið fingu eitt stig á útivølli í kvøld.
Á Spotland leikvøllinum í Rochdale leikti Grimsby javnt 2-2 móti Rochdale AFC.
Sjey minuttir undan steðginum legði heimaliðið seg á odda 1-0. 12 minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Kieran Green fyri Grimsby, og 15 minuttir seinni legði Jamie Walker Grimsby á odda 2-1. Rochdale fekk tíverri javnað stutt undan dystarenda, men teir í Grimsby kunnu so fegnast um at hava brotið óndu ringrásina.
Grimsby er nummar 17 í deildini við 14 stigum. Teir hava fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna, og teir trý stig upp til sjeynda plássið, ið gevur Play Off dystir um uppflyting. So deildin er sera jøvn og spennandi.
Fyri leikliga avrikið í kvøld fekk Geza karakterin: 7,3 (av 10 møguligum) frá Flashscore. Sofascore eru meira pírnir og geva Geza karakterin: 6,7.
Leygardagin klokkan 15 hevur Grimsby dyst á útivølli móti Gillingham.