Bókaklubbadagur verður á Sunda bókasavni 31. oktober kl. 13-15! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki, bókapráti og góðum bókatilboðum. Eisini er kreativ verkstova við halloween-pynti, og kaffi/te/saft og okkurt gott afturvið er at fáa.
Kom og hoyr um Bókaklubban - Vilt tú verða limur og fáa eina bók í postkassan sjey ferðir um árið?
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!
SKRÁIN:
Søguløta - Bjarta bustar tenn + Bjarta verður stórasystir. Rithøvundurin Silja Aldudóttir lesur
Børn viðmæla bøkur - Eyðbjørg og Lea ganga í 3. og 2. flokki og eru garvaðir lesarar.
Tónleikur: Filip úr Hoydølum spælir
Søguløta - Surr
Hundamaður vitjar - tak eina mynd saman við Hundamanni!
Hoyr um Bókaklubban - Fá eina bók í postkassan sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur?
Søguløta - Gruffalo-omman
Allatíðina:
Góð bókatilboð
Halloween-ítriv
Donuts og kaffi/te
Gerst limur í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina beinanvegin
Fá ein ókeypis ryggsekk ella húgvu frá LÍV, sum stuðlar tiltakinum