info
Ongi úrslit

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

Sosialar veitingar og skattligur fyrimunir hjá pensjónistum ger, at ein pensjónistur, ið arbeiðir, hevur meira eftir enn vanligi løntakarin, hóast tey forvinna tað sama.

Eirikur Lindenskov
28. oktober 2026 kl. 08:45

Tað skrivar Búskaparráðið í morgun:

Í talvu 1 eru útrokningar av inntøku eftir skatt og avgjøld gjørd fyri tríggjar ymiskar persónar, sum forvinna tað sama á arbeiðsmarknaðinum. Ein stakur pensjónistur, ein giftur pensjónistur og ein vanligur løntakari, sum enn ikki hevur nátt pensjónsaldur, forvinna allir tað sum svarar til eina miðinntøku (nærum 409 tkr.).

Eftir skattir, avgjøld og veitingar frá tí almenna, er tøka inntøkan hjá hesum trimum persónunum tó ikki tann sama.

Løntakarin, ið ikki hevur nátt pensjónsaldurin, hevur um 253 tkr. eftir tá ið skattir og avgjøld eru goldin.

Gifti pensjónisturin hevur til samanbering um 333 tkr. eftir tá ið skattir og avgjøld eru goldin, meðan staki pensjónisturin hevur nærum 350 tkr.

Allir tríggir forvinna somu upphædd í arbeiðsinntøku (409 tkr.), men pensjónisturin hevur meira eftir, tá ið skattir og avgjøld eru goldin, enn vanligi løntakarin hevur.

Munurin stavar frá sosialum veitingum og skattligum fyrimunum. Pensjónistar sleppa undan at gjalda inn í ALS, AMEG og Barsilsgrunnin, hava lægri kringvarpsgjald og fáa ein serstakan skattafrádrátt á 6.000 kr. árliga.

Dømið í talvuni vísir, at ov lin mótrokning elvir til sosialan ójavna millum arbeiðandi pensjónistar og aðrar løntakarar.

Ov lin mótrokning elvir eisini til sosialan ójavna pensjónistanna millum. Tað kemur av, at ein ov lítil mótrokning ger munin millum tey niðurslitnu, ið ikki hava møguleika at arbeiða eftir pensjónsaldur, og tey, sum eru væl fyri at arbeiða eftir pensjónsaldri, størri enn rímiligt.

Harumframt elvir ov lin mótrokning til sosialan ójavna millum ættarlið. Tað kemur av, at ung fólk, ið hava lutfalsliga lága inntøku og møguliga bústaðarskuld og børn at forsyrgja, gjalda skatt, sum verður brúkt til at gjalda fólkapensjón til pensjóninstar, ið hava hægri inntøku, tá ið skattir og avgjøld eru goldin.

Talva 1 Tøk inntøka hjá støkum og giftum pensjónisti, og løntakara undir pensjónsaldur

Viðm.: Landsskattur, arbeiðsmarknaðargjøld (ALS, AMEG, Barsilsgrunnur og Heilsutrygd) og Kringvarpsgjald er útroknaður við galdandi skattatalvum og -satsum á heimasíðuni hjá TAKS, meðan kommunu- og kirkjuskattur er eitt miðal fyri landið. Kelda: Hagstovan, ABMR, TAKS og egnar útrokningar.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Havnin ætlar at skifta graslíkið á Ovara Vølli aftur

12 minuttir síðan
Tíðindi

Arabisku flokkarnir kunnu fella Netanyahu

1 tími síðan
Tíðindi

Putin-ráðgevi: Mette Frede­rik­sen hev­ur uppi­bor­ið at missa Grønland

1 tími síðan
Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

3 tímar síðan
Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

10 tímar síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

10 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

11 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

11 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

11 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

12 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

13 tímar síðan