Minningarhald teirra sjólátnu verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum allahalgannadag, sunnudagin 1. november kl. 15.00.
Gimmi Olsen, prestur, talar og musikkskúlanæmingar luttaka við fylgispæli.
Síðan verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir. Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar nes.fo.