info
Ongi úrslit

Felags eplaveltan í Vági: Hálvt tons av eplum býtt út

Dagfinn Olsen
29. oktober 2026 kl. 20:10

Í vár vórðu stig tikin til at gera eina felags eplaveltu í Vági, har øll húsarhald í Vági, kundu luttaka. Tá samanumkom so høvdu fleiri enn 40 húsarhald í Vági skrásett seg at luttaka í felags eplaveltuni. Harumframt er Vágs Skúli eisini partur av ætlanini.

Eitt sindur seinni enn ætlað varð um mánaðarskiftið mai – juni í góðum felagsskapi farið undir at seta eplir niður í einari stórari trøð vestanfyri Hamragarð.

Nógv hava í summar fylt við gongdini og mangir túrar hava verið niðan í stóru eplaveltuna “at lúra” hvussu tað gekk.

Seinastu vikuna eru eplini so tikin upp og spenningurin var stórur um hvussu nógv var undir. Størsta talið av eplum undir einum flagi fór upp um 30 eplir – og tað vóru eisini fløg, har onki var undir.

Í gjárkvøldið vóru fólk so komin saman at býta út eplini og tilsamans út við eitt hálvt tons av eplum varð býtt út til húsarhaldini, sum vóru partur av hesari spennandi felags verkætlanini í Vági.

Tá kvøldið varð liðugt, var breið semja um, at tað ætlanin við felags eplaveltu verður endurtikin komandi ár og kanska verða eisini farið undir aðrar felags verkætlanir innan grønmeti. Meiri verður at frætta um hetta eftir ársskiftið.

Næmingar úr Vágs Skúla fara fyrsta dagin at taka upp seinasta partin av eplaveltuni.

Verkætlanin hevði ikki borið til uttan stóra vælvild frá eigaranum av trøðni vesturi Vatnið, takk fyri tað Mortan Norðberg. Harumframt er verkætlanin eisini stuðlað av játtan frá stuðlinum til grønmetisframleiðslu frá Vinnumálaráðnum, skriva stigtakararnir á www.sudurras.fo, og har eru eisini nógvar myndir at síggja.


Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

14 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

14 minuttir síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini

29 minuttir síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august

59 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaklubbadagur við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mundu koppað meistaraliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald verður í Fríðrikskirkjuni

1 tími síðan
Tíðindi

Edward Fuglø málað serligan málning til Reyða Kross

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 15 mál

1 tími síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur: børn og vaksin dansa saman

2 tímar síðan