Loksins eydnaðist tað hjá føroyingaliðnum, Mjällby at vinna fyrsta dystin í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni síðani 15. august.
Áki D. Samuelsen var á vøllinum seinastu 20 minuttirnar, tá Mjällby vann ein sera týðandi 2-1 sigur á Örgryte á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg. Martin Agnarsson var ikki við í hópinum í kvøld.
Jacob Bergström fekk Mjällby á sigurskós longu í fimta minutti. 13 minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Bert fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Tony Miettinen skoraði sigursmálið hjá Mjällby.
Örgryte er næstaftast í deildini við 19 stigum, meðan Mjällby nú hevur 26 stig á fimtaftasta plássinum. Mjällby hevur seks stig niður til triðaftasta liðið, Degerfors sum hevur 20 stig.
Tvey tey aftastu liðini flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina, meðan liðið sum endar triðaftast spælir upp- og niðurflytingardystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini.
Mjällby hevur fýra dystir eftir at leika í Allsvenskuni. Komandi dysturin verður leiktur á Strandvallen í Hällevik komandi mánakvøld klokkan 18. Mótstøðuliðið verður Kalmar FF, ið er fjórðaftast í deildini við 22 stigum. Við sigri kann Mjällby taka eitt stórt stig móti at bjarga plássinum í deildini.