info
Ongi úrslit

Maria og liðfelagarnir mundu koppað meistaraliðnum

Keypmannahavn var eitt brotskast frá at fáa longda leiktíð móti Esbjerg

Mynd: København Håndbold
Heri Á. Simonsen
29. oktober 2026 kl. 20:20

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn høvdu sera tungan arbeiðssetning í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini. Talan var um fjórðingsfinalu á útivølli móti verandi meistarunum, Esbjerg.

Esbjerg hevði eina risastóra favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men tað eydnaðist Keypmannahavn at skelka Esbjerg í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Keypmannahavn sensasjónelt á odda 18-13 frammanfyri stóru heimafjøldini, ið taldi næstan 1.700 áskoðarar.

Í seinna hálvleiki reistist Esbjerg tó, og tað eydnaðist heimaliðnum við einum brotskasti í allarseinasta sekundinum at tryggja sær ein tepran 32-31 sigur.

Maria og liðfelagarnir kunnu tó lyfta høvdið høgt aftaná eitt rimmar avrik móti einum av heimsins fremstu liðum í felagsliðshondbólti.

Maria skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hon legði upp til fimm mál.

Klokkan 19.30 byrjaði fjórðingsfinalan í BIOCIRC Arena í Viborg, har Jana Mittún og liðfelagarnir spæla móti Ikast.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

14 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde

1 minuttur síðan
Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

16 minuttir síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

29 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini

31 minuttir síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

46 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaklubbadagur við Streymin

1 tími síðan
Tíðindi

Felags eplaveltan í Vági: Hálvt tons av eplum býtt út

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald verður í Fríðrikskirkjuni

1 tími síðan
Tíðindi

Edward Fuglø málað serligan málning til Reyða Kross

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 15 mál

2 tímar síðan