info
Ongi úrslit

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

Bjørt Lind er í farloyvi til 2. desember. Djóni Nolsøe Joensen, sum fekk níggjunda flestu atkvøðurnar á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta vali, tekur sæti fyri hana.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 13:40

Djóni Nolsøe Joensen tók í gjár sæti á Løgtingi fyri Bjørt Lind. Hon bað í skrivi 24. november um farloyvi frá 25. november til 2. desember, upplýsir Løgtingið.

Á løgtingsvalinum 26. mars fekk Javnaðarflokkurin seks tingsessir. Bjørt Lind var nummar sjey á listanum við 287 persónligum atkvøðum, Eyðgunn Samuelsen var nummar átta við 263 atkvøðum, og Djóni Nolsøe Joensen var nummar níggju við 202 atkvøðum.

Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen tóku sæti á tingi í apríl, tá Aksel V. Johannesen og Margit Stórá fóru í landsstýrið. Djóni Nolsøe Joensen er tí næstur at taka sæti fyri Javnaðarflokkin, nú Bjørt Lind er í farloyvi.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

2 tímar síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

2 tímar síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Flokslær­arar hava fing­ið fleiri upp­gávur – men ikki nóg mikið av tíð

3 tímar síðan
Tíðindi

Fíggjarstøðan hjá Vestmanna kommunu er góð

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er pólski hópurin Føroyar møta 9. desember

3 tímar síðan