info
Ongi úrslit

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

Fyri fýra árum síðani sendi Nasa eitt rúmdarfar beint inn í eina smástjørnu fyri at vita, um tað ber til at beina eina smástjørnu, sum nærkast jørðini, av kós

Vilmund Jacobsen
26. november 2026 kl. 11:43

Nýggjar myndir, sum Nasa hevur almannakunngjørt, vísa nú, hvussu ógvusligur bresturin var.

Tað var í 2022, at amerikanski rúmdarstovnurin sendi rúmdarfarið Dart beint inn í smástjørnuna, Dimorphos.

- Ferðin var næstan 21.000 kilometrar um tíman, vita fleiri útlendskir miðlar at siga, eitt nú The Guardian, Verdend Gang og NTB, sum endurgeva tíðindini.

Sagt verður, at hetta var eingin vanlukka, men ein roynd.

- Endamálið var at kanna, um tað ber til at broyta kósina hjá eini smástjørnu, um ein slík einaferð skuldi komið á kós móti jørðini.

Og sambært Nasa eydnaðist royndin.

- Metingar frá jørðini vístu, at samanbresturin stytti umferðartíðina hjá Dimorphos rundan um ta størru smástjørnuna Didymos við umleið 33 minuttum.

Tað skrivar The Guardian.

– Við hesum taka vit eitt stórt stig móti at kunna verja jørðina, um ein smástjørna einaferð hóttir okkum, sigur Ian Carnelli í evropeiska rúmdarstovninum, ESA.

Nú er evropeiska rúmdarfarið Hera komið fram til smástjørnuna eftir eina tvey ára langa ferð í rúmdini.

- Hera hevur sent fyrstu nærmyndirnar heim til jørðina, og hesar vísa týðilig spor eftir samanbrestin.

The Guardian veit at siga, at síðan á smástjørnuni, har rúmdarfarið rakti, nú er heilt fløt, og her er eisini komið eitt stórt sár, sum er á stødd við ein fótbóltsvøll.

Granskarin, Michael Kueppers hjá ESA greiðir frá, at smástjørnan nú melur runt í rúmdini, og myndirnar vísa eisini hundraðtals grótklettar, sum sveima leysir rundan um smástjørnuna.

Lagt verður aftrat, at næst mánaðirnar skal Hera flúgva enn tættari smástjørnuni.

Stjørnufrøðingurin, Michaël Marsset, sigur, at myndirnar hava stóran týdning fyri framtíðina.

Men hann vísir á, at smástjørnur eru sera ymiskar – summar eru sum harðir klettar, meðan aðrar meira líkjast leysum grótrúgvum.

– Skulu vit nakrantíð beina eina smástjørnu burtur frá jørðini, mugu vit vita, hvat hon er gjørd av, sigur hann við The Guardian.

Haraftrat ræður um at vera í góðari tíð.

- Verður ein vandamikil smástjørna avdúkað fleiri ár frammanundan, skal bara eitt lítið skump til fyri at broyta kósina hjá henni, so hon fer framvið jørðini.

Stjørnufrøðingurin, Michaël Marsset, sigur, at verður smástjørnan ikki avdúkað fyrr enn nakrar fáar mánaðir, áðrenn hon er her hjá okkum, kann støðan gerast nógv truplari.

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

15 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

30 minuttir síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

36 minuttir síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

41 minuttir síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

1 tími síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

1 tími síðan
Tíðindi

Flokslær­arar hava fing­ið fleiri upp­gávur – men ikki nóg mikið av tíð

1 tími síðan
Tíðindi

Fíggjarstøðan hjá Vestmanna kommunu er góð

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er pólski hópurin Føroyar møta 9. desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið um trygd í Norður­atlantshavi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bólkur 5 - Nýggja kunngerðin eigur at bøta um umstøðurnar hjá útróðrinum – ikki gera tær verri

3 tímar síðan