info
Ongi úrslit

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

Íslendska sjóverjan breyt sínar egnu trygdarreglur í royndini at bjarga teimum 17 sjómonnunum á Jökull, sum sakk eystan fyri Ísland í gjár. Tríggir lótu lív, meðan tað eydnaðist at bjarga hinum 14

John Johannessen
26. november 2026 kl. 11:12

Bara ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni var tøk, tá neyðarkallið kom frá línu- og garnaskipinum Jökull stutt eftir klokkan 17 í gjár.

Tað kom fram á einum tíðindafundi í forsætisráðharrabústaðnum í Reykjavík, sum júst er liðugur, og sum íslendska kringvarpið, RÚV, sendi beinleiðis frá.

Á tíðindafundinum luttóku Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, Þorbjörg Sigríður Gunnlaugsdóttir, løgmálaráðharri, og Georg Kr. Lárusson, stjóri í íslendsku sjóverjuni.

Forsætisráðharrin segði, at so stórar vanlukkur raka alla íslendsku tjóðina. Hon segði tað vera natúrligt, at fólk vilja hava so nógvar upplýsingar sum gjørligt so skjótt sum gjørligt, men at havast má í huga, at sjómenninir hava familjur og onnur avvarðandi.

Løgmálaráðharrin bar teimum avvarðandi hjá teimum trimum, sum lótu lív, sína samkenslu. Hon segði, at tankar hennara eisini vóru hjá teimum, sum komu frá vanlukkuni við lívinum, og familjum teirra.

Settu trygdarreglurnar til viks

Jökull var á svartkalvaveiðu umleið 60 fjórðingar eystan fyri Ísland, tá skipið fór at leka.

Allir 17 sjómenninir endaðu í sjónum. Aldurnar vóru millum átta og níggju metrar høgar, og vindferðin var upp í 20 metrar um sekundið.

Sambært trygdarreglunum hjá íslendsku sjóverjuni, skal ein tyrla ikki flúgva einsamøll so langt til havs. Men gjørt varð av at seta reglurnar til viks.

Íslendska sjóverjan bað eisini onnur lond um hjálp. Bara Noreg kundi hjálpa, men norska hjálpin hevði ikki rokkið fram fyrr enn seint í nátt.

Ógvuslig bjarging

Eftirlitsflogfarið hjá íslendsku sjóverjuni kom á vanlukkustaðið um áttatíðina í gjárkvøldið og kastaði bjargingarbátar niður til sjómenninar. Men teir megnaðu ikki at koma framat bátunum orskað av høgu aldunum.

Klokkan 21.15 kom bjargingartyrlan á staðið. Tá vóru fýra tímar farnir, síðani neyðarkallið kom.

Í umleið tveir tímar stríddist tyrlumanningin við at fáa allar 17 sjómenninar úr sjónum. Eina løtu noyddist tyrlan at flúgva burtur frá vanlukkustaðnum fyri at brúka brennievni, so hon gjørdist nóg løtt til at taka fleiri sjómenn um borð.

Fiskiskipini Barði og Svanur hjálptu tyrlumanningini við at finna sjómenninar í myrkrinum.

Stutt fyri midnátt lendi tyrlan á flogvøllinum á Egilsstøðum við øllum 17 sjómonnunum. Í morgun varð boðað frá, at tríggir teirra høvdu latið lív.

Var áður grønlendskt fiskiskip

Jökull var eitt 44 metrar langt línu- og garnaskip, bygt í Noregi í 1996.

Íslendska reiðaríið GPG Seafood á Húsavík keypti skipið í desember 2020. Undan tí æt skipið Nanoq og varð gjørt út til fiskiskap við Grønland.

Enn er ikki greitt, hví leki kom á skipið.

 

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

15 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

30 minuttir síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

36 minuttir síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

41 minuttir síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

53 minuttir síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

1 tími síðan
Tíðindi

Flokslær­arar hava fing­ið fleiri upp­gávur – men ikki nóg mikið av tíð

1 tími síðan
Tíðindi

Fíggjarstøðan hjá Vestmanna kommunu er góð

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er pólski hópurin Føroyar møta 9. desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið um trygd í Norður­atlantshavi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bólkur 5 - Nýggja kunngerðin eigur at bøta um umstøðurnar hjá útróðrinum – ikki gera tær verri

3 tímar síðan