Tað skrivar Vága kommuna.
Nýggja høllin fer at skapa munandi betri karmar fyri ítrótt og rørslu í Vágum og verður ein týðandi íløga í fólkaheilsuna, felagslívið og trivnaðin hjá borgarum í øllum aldri.
Veðurlagið í Føroyum setur ofta avmarkingar fyri uttanduraítrótti, og við marghøll á Giljanesi verða møguleikarnir fyri at íðka ítrótt alt árið munandi betri. Høllin fer at geva fótbóltsfeløgunum betri venjingarumstøður og samstundis skapa karmar hjá fleiri ítróttargreinum og rørslutilboðum.
Eitt av høvuðsendamálunum við høllini er, at fáa fleiri borgarar at røra seg í gerandisdegnum. Høllin verður ikki bert ætlað teimum, sum longu íðka ítrótt á høgum stigi, men skal eisini skapa møguleikar hjá øðrum. Við staðsetingini á Giljanesi, tætt við skúla og verandi ítróttaranlegg, verður møguligt at gagnnýta høllina í skúlatíðini. Harvið fáa børn og ung fleiri møguleikar fyri fjølbroyttari rørslu í skúlagongdini, samstundis sum høllin kann nýtast til felagsítrótt og onnur frítíðartilboð seinnapart og um kvøldið.
Fyri Vága kommunu snýr verkætlanin seg um meira enn at útvega nýggjar ítróttarumstøður. Góðir karmar um ítrótt og frítíðarlív hava stóran týdning fyri, at børn og ung trívast í nærumhvørvinum, at familjur hava hug at búseta seg í økinum, og at eldri borgarar hava møguleika at varðveita eitt virkið lív. Marghøllin verður sostatt ein íløga, sum fer at koma fleiri ættarliðum til góðar.
Stuðulin frá Den A.P. Møllerske Støttefond hevur stóran týdning fyri, at verkætlanin kann gerast veruleiki, eins og samstarvið við Fótbóltssamband Føroya, sum fer at nýta høllina til landsliðsvenjingar. Hesir stuðlarnir hjálpa verkætlanini væl. Nú verður skapt eitt spennandi samspæl millum úrvalsítrótt og lokala ítróttarlívið. Landsliðsleikarar fara at venja í nærumhvørvinum og kveikja áhugan hjá børnum og ungum, sum samstundis fáa betri umstøður at menna sínar egnu førleikar. Lokalu fótbóltsfeløgini fáa við høllini betri karmar fyri venjing og talentmenning, og soleiðis kann høllin vera við til at styrkja sambandið millum breiddarítrótt og úrvalsítrótt.
Vága kommuna fegnast um stuðulin frá Den A.P. Møllerske Støttefond og sær fram til at skapa eina nýggja miðstøð, har rørsla, ítróttur og felagsskapur verða ein enn størri partur av gerandisdegnum hjá borgarunum.