Bygdarráðið í Vestmanna samtykti í gjárkvøldið einmælt fíggjarætlanina hjá kommununi fyri 2027, og her verður staðfest, at fíggjarstøðan hjá kommununi er góð.
- Inntøkurnar hava verið góðar higartil í ár, og bæði persónsskatturin, sum er bulurin í inntøkunum hjá kommununi og eftirlønarskatturin, eru hægri enn mett. Haraftrat er partafelagsskatturin nakað hægri.
Bygdarráðið er bjartskygt um komandi fíggjarár. Mett verður, at samlaðu inntøkurnar hjá kommununi verða góðar 87 milliónir krónur í 2027.
- Rakstrarútreiðslurnar verða slakar 73 milliónir krónur. Hetta er at kalla á sama støði sum í 2026, hóast lønarvøkstur, framrokningar og øktar útreiðslur á barna- og eldraøkinum. Við effektiviseringum og sparingum á ávísum økjum eydnast tað at halda samlaðu rakstrarútreiðslunum niðri.
Størsta íløgan hjá Vestmanna kommunu í komandi fíggjarári er skúlin, sum í løtuni verður høvuðsumvældur og umbygdur.
- Niðurtøkuarbeiðið í skúlanum byrjaði í september í ár, og kommunan fíggjar arbeiðið í hesum hálvárinum við tøkum peningi. Skúlaverkætlanin verður í 2027 fíggjað við einari lántøku á 38 milliónir krónur.
Av somu orsøk hevur bygdarráðið valt at avmarka íløgukarmin til aðrar verkætlanir í komandi ári til 10 milliónir krónur. Hóast avmarkaða íløgukarmin verða fleiri týðandi íløgur raðfestar, sum skulu styrkja vælferðina, dagføra undirstøðukervið og skapa góðar karmar fyri framtíðina.
- Hvør íløga er gjølla umrødd og raðfest av bygdarráðnum, so hon kemur teimum fólkum til góðar, sum búgva og virka í Vestmanna. Samstundis er dentur lagdur á, at hesar íløgur røkka langt inn í framtíðina, sigur Sára Jógvandóttir, borgarstjóri.
Á vælferðarøkinum verður dentur lagdur á at betra um umstøðurnar í barnagarðinum Gjáarlon. Útiøkið skal betrast og dagførast, umframt at aðrar umvælingar verða gjørdar bæði innan og uttan.
- Eisini verða fleiri íløgur gjørdar, sum skulu styrkja trivnaðin og skapa góðar karmar um gerandislívið í bygdini.
Víst verður á, at FIFA-vøllurin á Flatabø verður skiftur út við ein nýggjan vøll, ein partur av tekjuni á nýggja skúla verður skiftur, og viðarlundin verður víðkað við nýggjari gøtu og brúgv.
- Harumframt heldur arbeiðið fram við at seta upp fleiri minnistplátur við minnisvarðan og at endurskapa søguligu støðini á Fitjum og niðan fyri handilin hjá John.
Góð vælferð og ein livandi felagsskapur krevja eisini eitt vælvirkandi undirstøðukervi.
Arbeiðið við spillvatnsskipanini heldur tí fram í komandi ári.
- Hóast íløgur í spillvatn ikki eru sjónligar í gerandisdegnum, hava tær ein umráðandi týdning fyri at tryggja reinar áir, fjøru og náttúru og harvið reint drekkivatn, umframt at fyribyrgja vatnskaðum.
Íløgur verða eisini gjørdar í gongubreytir og í dagføring av vegum, gøtum, trappum og rekkverkum. Harumframt er peningur settur av til at asfaltera Hornaveg og víðari breiðking av Leitisvegi.
- Næststørsta einstaka íløgan í komandi ári er í ein nýggjan sløkkiliðsbil, nú verandi bilur er vorðin 26 ára gamal. Eisini er peningur settur av til at dagføra havnir og lendingar.
Umframt tær ítøkiligu íløgurnar í komandi ári verður eisini arbeitt við at leggja lunnar undir framtíðar menning av kommununi.
Bygdarráðið í Vestmanna er farið undir at fyrireika fleiri bústaðarmøguleikar, fleiri vinnuøkir, eitt betri vegakervi og nýggjar karmar um mentan, tiltøk og felagslív.
- Fíggjarætlanin fyri 2027 skal tryggja eina góða javnvág millum fíggjarliga ábyrgd, vælferð og menning. Samstundis verður hugsað longur fram, so kommunan er væl ílatin at møta framtíðar tørvum og taka av nýggjum møguleikum.
At enda verður lagt aftrat:
- Visjónin er ein kommuna, har tað er gott at veksa upp, liva og eldast. Ein bygd við einum sterkum felagsskapi, fjølbroyttum møguleikum og rúmi fyri bæði teimum, sum longu búgva her og teimum, sum í framtíðini velja at seta búgv í Vestmanna.