Ímynda tær, at tú skal í fongsul fyri okkurt, tú ikki hevur gjørt. Ella at tú talar at órættvísi, og verður revsað fyri tað. Tað er veruleikin hjá teimum, sum vit í Amnesty hvørt ár skriva fyri.
Í ár hátíðarhalda vit, at tað eru 25 ár síðan at heimsins størsta mannarættindaátak
Skriva fyri lívi byrjaði. Síðan 2001 eru fólk savnað við eini einfaldari men sterkari sannføring: at menniskju, óansæð hvar tey eru stødd í heiminum, kunnu gera mun og broyta lívi hjá øðrum.
Milliónir av fólki hava øll hesi árini skrivað brøv til myndugleikar, skriva undir áheitanir, og sent samhugabrøv til persónar sum eru fyri órætti. Hetta hevur tryggjað, at fleiri av teimum, sum hava verið ólógliga afturhildin eru leyslatin, familjur eru sameintar, spurnaðartekin er sett við korruptar lógir, og óteljandi fólk eru mint á, at tey ikki eru gloymd.
Eins og undanfarin ár skipar Amnesty fyri átakinum í Føroyum, og heitir á fólk at skriva brøv og skriva undir undirskriftainnsavningarnar. Í ár bjóðar Amnesty Føroyar eisini undirvísing til næmingar í framhaldsdeildum, miðnám og ungdómshúsum um mannarættindi og Skriva fyri lívi.
Ongantíð meira viðkomandi enn í dag
Hóast vit hátíðarhalda at Skriva fyri lívi hevur 25 ár á baki, mugu vit ásanna at átakið ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn tað er í dag.
Kring heimin er tað vorðið alsamt vanligari at myndugleikar og stjórnir misnýta vald teirra. Tey teppa fólk, ið hava eina aðra hugsan, vikna um rættarsamfelagi og skerja frælsi. Avleiðingarnar eru persónligar. Summi fólk vera fongslað fyri at tala at. Onnur vera forfylgd orsaka av tí tey eru, hvørjum tey elska ella kriminaliserað orsaka av, at tey vóru á skeivum staði á skeivum tíðspunkti.
Í ár varpar Skriva fyri lívi ljós á søguna hjá fólkum hvørs lív eru vorðin ávirkaði av kúgannini hjá myndugleikum. Teirra upplivingar eru ymiskar, men saman vísa tær eitt óhugnaligt altjóða rák og minna okkum á nakað sum er júst líka valdsmikið: tá fólk siga frá í felag, ber til at gera mun.
Les meira á heimasíðuni hjá Amnesty Føroyum www.amnesty.fo, um tú hevur hug at skriva fyri lívi.