info
Ongi úrslit
© Eirikur Lindenskov
Íslendska uppsjóvarskipið Barði NK hevur ligið við skipasmiðjuna í Havn síðani juni, tá ein spreinging og stórur eldur vóru í maskinrúminum. Nú nærkast umvælingin endanum, og skipið hevur verið á royndartúri

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

Íslendska uppsjóvarskipið Barði, sum fekk stóran skaða av eldi í maskinrúminum í juni, er nú komið so langt við umvælingini í Havn, at skipið hevur verið royndartúr. Gongst sum ætlað, kann Barði sigla heim til Íslands um tvær vikur.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 14:25

Umvælingin av íslendska uppsjóvarskipinum Barða NK, sum hevur ligið í Havn síðani ein ógvusligan eld í juni, nærkast nú endanum.

Leygardagin var skipið á einum átta til níggju tíma royndartúri úr Havn, og sambært íslendska reiðarínum Síldarvinnslan gekk royndartúrurin væl.

Grétar Örn Sigfinnsson, rakstrarleiðari hjá reiðarínum, sum er staddur í Havn, sigur við heimasíðuna hjá Síldarvinnsluni, at arbeiðið við skipinum hevur gingið væl.

Nakrir smávegis trupulleikar komu undan kavi á royndartúrinum, men sum heild riggaði alt, sum tað skuldi.

– Umframt smávegis rættingar, sum skulu gerast, er eftir at mála maskinrúmið og onnur rúm, sum fingu skaða av eldinum, sigur hann.

Hann væntar, at tað mesta av arbeiðinum verður liðugt hesa vikuna.

Spreinging og stórur eldur

Tað var 12. juni í ár, at ein spreinging hendi í maskinrúminum á Barða NK, tá skipið var statt nær Føroyum.

Skipið hevði verið til umvælingar í Havn og var á heimleið til Íslands, tá spreingingin hendi og stórur eldur kom í maskinrúmið.

Manningin handlaði skjótt og rætt og fekk tamarhald á støðuni, áðrenn eldurin fekk uppaftur álvarsligari avleiðingar.

Barði rak fyri vág og vind uttan stýring í meira enn tríggjar tímar, áðrenn eitt føroyskt vaktarskip kom til hjálpar.

Vaktarskipið sleipaði Barða til Havnar, har skipið hevur ligið síðani.

Nærkast endanum

Síðani hevur verið arbeitt við at umvæla skaðarnar á skipinum í Havn.

Nú er arbeiðið komið so langt, at reiðaríið væntar, at skipið skjótt kann fara aftur í sigling.

– Eg rokni við, at Barði siglir heim til Neskaupstaðar um tvær vikur ella so, sigur Grétar Örn Sigfinnsson.

Barði NK hoyrir til íslendska reiðaríið Síldarvinnslan, sum hevur heimstað í Neskaupstaði á eysturstrond Íslands.

Keldur: Síldarvinnslan og Morgunblaðið.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

37 minuttir síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

1 tími síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

2 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

3 tímar síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

4 tímar síðan
Tíðindi

Flokslær­arar hava fing­ið fleiri upp­gávur – men ikki nóg mikið av tíð

4 tímar síðan