info
Ongi úrslit

Eg eri jólamaðurin

Anna Falkenberg
26. oktober 2022 kl. 09:21

Tað hevur verið áhugavert, og ikki sørt undirhaldandi, at lisið fleiri av teimum greinunum, sum hava verið frammi síðani val varð útskrivað. Summi vilja beinleiðis blanda seg í donsk innlendis viðurskifti, og víðariføra eina ávísa sannføring inn í donsku politisku skipanina. Onnur vilja fyrireika loysingina í Danmark við donskum pengum. Áh ja, so má man ikki gloyma tey, ið vilja geva føroyingum í Danmark framíhjárætt til bústað – altso betri umstøður enn danir sjálvir hava í Danmark.

 

Hvar er álvarsemið og veruleikasansurin?

Vit liva í dag í einum sera ótryggum heimi, við bæði kríggi og eini búskaparkreppu, sum bankar uppá hurðina. Tað er stabilitetur, vit hava tørv á - og ikki at flokkar spæla hazard við okkara tryggleika. Grundleggjandi haldi eg, at tað er tørvur á, at flestu flokkarnir byrja at taka støðuna í álvara, og fyrihalda seg til tann veruleika, vit liva í. Tað ger Sambandsflokkurin. Vit taka støðuna í álvara, og vilja niður at Fólkating at tryggja okkara trygd. Hetta vilja vit gera við einum semjusøkjandi anda og ítøkiligum uppskotum, sum t.d. við einum parlamentariskum samstarvsráði, so Føroyar fáa betri innlit í uttanríkispolitisk viðurskifti.

 

Mýtan um jólagávurnar av fólkatingi

Fíggjarlógin verður sum kunnugt altíð samtykt um jóltíðir, hetta verið seg bæði í Danmark og í Føroyum. Á Fólkatingi er siðvenja fyri, at teir norðuratlantisku limirnir hava hvør í sær samráðst við fíggjarmálaráðharran, um ta sokallaðu norðuratlantisku puljuna, ið er áleið á 25 mió kr. hvørt ár.

Pengar, sum koma øllum ríkinum tilgóðar – í hvørtfall fyri Sambandsfloksins vegna. Dømi um hetta eru havgransking og filmspulja, umframt Sjómaq prosjektið, sum hevur til endamáls at basa fordómum og upplýsa ung í ríkisfelagsskapinum (serliga danir) um hvønn annan.

Hesi átøk eru ítøkilig, og gagna øllum í ríkinum. Tá loysingaflokkarnir kalla hetta jólagávur ella biddaragongd, so havi eg hug at svara: “Skikka tær pent ella fært tú onga jólagávu”. Nei tvætl. Eg havi slett ikki tørv á at svara slíkum útsøgnum, tí mín politiska ideologi er ikki í dilemma, tá tað snýr seg um at betra umstøðurnar hjá føroyingum – sjálvandi geri eg mítt ítasta fyri varðveitslu, betring og menning av okkara samstarvi og samfelagi.

Avgerðin er einføld – antin byggir man brýr ella brýtur man tær niður. Eg velji ta fyrru.

Anna Falkenberg,

valevni fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

1 tími síðan

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spreingingin av Kertsj-brúnni leggur trýst á Moskva

33 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu skjótt kem­ur sjúkra­bil­ur­in fram í Sandoynni?

39 minuttir síðan
Lesarabrøv

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Hvat kostar at geva lesandi ferðastuðul?

1 tími síðan
Tíðindi

Trump og Xi góvu hvørjum øðrum klemm á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

1 tími síðan
Tíðindi

Trukkur koppaði á sjógv í Fuglafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Stólu fimm fløskur úr Dansifrøi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein skuldsettur í PlayStation-málinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál í EHF European League

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Portugal tryggjaði sær fyrsta plássið

11 tímar síðan
Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

12 tímar síðan