Læknafelag Føroya hevði aðalfund hin 7. november á Hotel Hafnia. Á skránni var val av forfólki, tí fráfarandi formaðurin, Ragnar Djurhuus Hammer, gavst í nevndini. Maria Winther Dalsgaard frá Yngri Læknar Føroyar stillaði upp til forkvinnu og varð vald.
Í sambandi við aðalfundin varð eisini hátíðarhildið, at Læknafelag Føroya fyllir 120 ár í ár.
Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, sum eru Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya. Hesi trý feløgini skiftast um at skjóta upp forkvinnu ella formann.
Í nevndini fyri Læknafelag Føroya sita tvey av forfólkunum frá hvørjari súlu umframt forkvinnan.
Nýggja nevndin í Læknafelag Føroya er nú mannað soleiðis:
Maria Winther Dalsgaard, forkvinna (frá Yngri Læknar Føroyar), Rói á Kósini, næstformaður (frá Kommunulæknafelag Føroya), Katrin Dahl Hanusson, kassameistari (frá Yngri Læknar Føroyar), Valborg Heinesen, nevndarlimur (frá Serlæknafelag Føroya), Marita Reginsdóttir av Steinum, nevndarlimur (frá Serlæknafelag Føroya), Eyðbjørg Klemmentsen Gaard, nevndarlimur (frá Yngri Læknar Føroyar) og Turið Holm Johannesen, nevndarlimur (frá Kommunulæknafelag Føroya).