Førarin slapp óskaddur út, tá ein trukkur koppaði á sjógv í havnini í Fuglafirði.
Óhappið hendi, meðan arbeitt varð við trukkinum á havnarøkinum. Nakað av arbeiði stóðst av at fáa trukkin upp aftur.
Eingin fólkaskaði var, tá ein lastbilur koyrdi út av vegnum millum Effo-støðina og rundkoyringina í Kollfjarðadali.
Løgreglan fekk fráboðan um óhappið beint fyri klokkan hálvgum níggju týsmorgunin.
Í Havn vórðu tveir bilførarar tiknir stutt eftir hvønn annan um middagsleitið fyri at brúka fartelefon undir koyring. Báðir fáa klipp í koyrikortið. Beint fyri klokkan 17 varð ein bilførari skrivaður fyri at koyra við einum viðfestisvogni, har ljósini vóru sløkt.
Løgreglan fekk eisini fráboðan frá einum bilførara, sum hevði rakt síðuspegilin á einum parkeraðum bili. Bilførarin helt seg ikki hava gjørt skaða, men boðaði løgregluni frá, um eigarin skuldi varnast ein skaða.