info
Ongi úrslit

Hvussu skjótt kem­ur sjúkra­bil­ur­in fram í Sandoynni?

Kristian Krog Hentze vil hava tøl fyri, hvussu skjótt sjúkrabilurin kemur fram í hvørjari bygd. Hann spyr eisini, hvør tilbúgvingin er, um Sandoyartunnilin er stongdur og tyrlan ikki kann flúgva.

Eirikur Lindenskov
18. november 2026 kl. 10:45

Hvussu long tíð gongur frá tí, at boðini um eina bráðútkalling eru móttikin, til sjúkrabilurin við manning er komin á staðið í Sandoynni?

Tað er ein av spurningunum, sum Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður, setur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, í einum skrivligum § 52a-fyrispurningi dagfestum 16. november.

Hann biður um at fáa bæði miðal og longstu bíðitíðina við bráðútkallingum í 2025 og higartil í 2026, býtt á bygdir. Hann vil eisini vita, um mál eru sett fyri, hvussu skjótt sjúkrabilurin skal koma fram, og um landsstýriskvinnan metir, at íbúgvarnir fáa nøktandi hjálp í rættari tíð.

Hvør mannar sjúkrabilin á Sandi?

Sjúkraflutningstænastan í oynni er broytt, síðani Sandoyartunnilin læt upp, skrivar løgtingsmaðurin. Hann vísir á, at Sands kommuna 4. mars í ár upplýsti, at ein sjúkrabilur hevði fingið fast pláss á Sandi.

Kristian Krog Hentze vil hava greiðu á, hvussu tænastan er skipað í dag, og hvør manning er tøk í oynni til at manna bilin.

Um tunnilin er stongdur

Løgtingsmaðurin spyr eisini, hvussu bráðfeingis sjúkraflutningur verður tryggjaður, um Sandoyartunnilin er stongdur. Hann vil serliga hava svar upp á, hvør tilbúgvingin er, um veðrið samstundis forðar tyrluni í at flúgva.

At enda spyr hann, um landsstýriskvinnan hevur ítøkiligar ætlanir um at styrkja sjúkraflutningin og bráðtilbúgvingina í Sandoynni, og nær íbúgvarnir kunnu vænta møguligar batar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

1 tími síðan

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spreingingin av Kertsj-brúnni leggur trýst á Moskva

34 minuttir síðan
Lesarabrøv

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Hvat kostar at geva lesandi ferðastuðul?

1 tími síðan
Tíðindi

Trump og Xi góvu hvørjum øðrum klemm á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

1 tími síðan
Tíðindi

Trukkur koppaði á sjógv í Fuglafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Stólu fimm fløskur úr Dansifrøi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein skuldsettur í PlayStation-málinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál í EHF European League

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Portugal tryggjaði sær fyrsta plássið

11 tímar síðan
Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

12 tímar síðan
Tíðindi

21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna

13 tímar síðan