info
Ongi úrslit

Hvat kostar at geva lesandi ferðastuðul?

Eirikur í Jákupsstovu vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at meta um kostnaðin av at geva lesandi yvir 18 ár atgongd til somu ferðastuðulsskipan sum arbeiðstakarar.

Eirikur Lindenskov
18. november 2026 kl. 09:59

Hvat hevði tað kostað landskassanum, um lesandi í Føroyum yvir 18 ár kundu søkt um ferðastuðul eftir somu skipan sum arbeiðstakarar?

Tað spyr Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, í einum skrivligum § 52a-fyrispurningi dagfestum 18. november.

Fyrispurningurin byggir á upplýsingar, sum landsstýrismaðurin í mentamálum áður hevur latið Løgtinginum um, hvussu langt lesandi hava til lestrarstaðið, og hvussu nógv teirra eru yvir 18 ár.

Góðir 134.000 undirvísingardagar

Sambært metingini, sum víst verður til í fyrispurninginum, hava lesandi, ið búgva meira enn 15 kilometrar frá lestrarstaðnum, til samans umleið 179.000 dagar um árið við undirvísing á skránni.

Undirvísingarstýrið metir, at umleið ein fjórðingur av hesum lesandi er undir 18 ár. Við støði í tí roknar Eirikur í Jákupsstovu seg fram til góðar 134.000 undirvísingardagar um árið hjá lesandi, sum hava aldur til at taka koyrikort.

Løgtingsmaðurin heldur, at tølini geva fíggjarmálaráðnum grundarlag fyri at gera eina fyribils meting av, hvat tað hevði kostað at víðka ferðastuðulsskipanina til eisini at fevna um lesandi yvir 18 ár.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

1 tími síðan

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spreingingin av Kertsj-brúnni leggur trýst á Moskva

33 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu skjótt kem­ur sjúkra­bil­ur­in fram í Sandoynni?

39 minuttir síðan
Lesarabrøv

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Trump og Xi góvu hvørjum øðrum klemm á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

1 tími síðan
Tíðindi

Trukkur koppaði á sjógv í Fuglafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Stólu fimm fløskur úr Dansifrøi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein skuldsettur í PlayStation-málinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál í EHF European League

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Portugal tryggjaði sær fyrsta plássið

11 tímar síðan
Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

12 tímar síðan
Tíðindi

21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna

13 tímar síðan