42 fráboðanir eru komnar frá føroyingum um illgruna um hjáárin eftir koppseting við Comirnaty, koronukoppsetingarevninum hjá Pfizer og BioNTech.
Tað upplýsir Jenis av Rana, løgtingsmaður, í einum telduposti til miðlarnar í kvøld. Hann vísir til eitt brot úr svarinum, sum Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fer at leggja fram í Løgtinginum í morgin.
Sambært brotinum hava bæði borgarar og heilsustarvsfólk sent fráboðanir inn. Av teimum 42 fráboðanunum eru 18 skrásettar sum álvarsamar. Evropiski heilivágsstovnurin EMA greiðir frá, at slíkar fráboðanir verða brúktar í trygdareftirlitinum, og at tað krevur eina nærri meting at staðfesta, um koppsetingin elvdi til heilsutilburðin.
Spyr um kærur og endurgjald
Jenis av Rana hevur sett landsstýriskvinnuni 13 spurningar. Hann vil millum annað hava at vita, hvussu nógvar innleggingar og hvussu nógv deyðsføll eru nevnd í fráboðanum um møgulig hjáárin.
Hann spyr eisini, hvussu nógvar kærur og umsóknir um endurgjald føroyskir og danskir myndugleikar hava fingið frá føroyingum í sambandi við koronukoppseting, og hvørjar avgerðir eru tiknar í málunum.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á eina føroyska kvinnu, sum sigur, at hon fekk drúgvar heilsutrupulleikar eftir koppsetingina. Sambært henni hevur hon boðað frá í donsku skipanini og bíðar framvegis eftir svari.
Løgtingsmaðurin spyr eisini, um landsstýrið fer at taka stig til eina óhefta føroyska eftirmeting av koppsetingarátakinum, og um skipað uppfylging er sett í verk fyri borgarar, sum hava boðað frá álvarsomum ella drúgvum heilsutrupulleikum eftir koppseting.
Jenis av Rana var landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, tá hann í mai 2021 segði við Vágaportalin, at hann fyribils ikki fór at lata seg koppseta fyri koronu. Hann segði seg vilja bíða, til meira var greitt um møgulig langtíðarárin.
Tá hann í november sama ár varð spurdur, um hann var koppsettur, vildi hann ikki svara og vísti til, at talan var um persónlig viðurskifti.
Lesið meira um fyrispurningin hjá Jensi av Rana við at trýsta her.