Løgreglan fekk fráboðanina beint fyri klokkan níggju týsmorgunin. Onkur hevði brotið sær veg inn í hølini.
Um somu tíð fekk løgreglan fráboðan um herverk hjá OY, har ein rútur í einari hurð varð skaddur. Tað hendi millum klokkan 18 mánadagin og klokkan átta týsmorgunin. Løgreglan biður fólk siga frá, um tey hava sæð nakað.
Í Miðvági varð eisini boðað frá innbroti í eitt neyst. Hurðin hevði fingið skaða, men tá løgreglan kannaði staðið, sá fyribils einki út til at vera stolið. Innbrotið hendi millum fríggjadag og týsdag.
Beint fyri klokkan hálvgum sjey týskvøldið varð boðað frá ófriði við Plantasjuna í Havn. Ungfólk høvdu rópt inn gjøgnum høvuðsdyrnar á einum sethúsum og kastað egg eftir húsunum. Løgreglan leitaði eftir teimum, men fann ongan.