Amerikanski forsetin, Donald Trump, er komin til Shenzhen í Kina, har hann skal luttaka á Apec-toppfundinum.
Tað var kinesiski forsetin, Xi Jinping, sum tók ímóti, og teir báðir góvu hvørjum øðrum klemm á flogvøllinum, sum Reuters málber seg.
Donald Trump kom úr Manila á Filipsoyggjunum, har hann hevur luttikið á Asean-ráðstevnuni, sum hevur verið har.
Í morgin, hósdagin, skal amerikanski forsetin hitta russiska forsetan, Vladimir Putin og Xi Jinping, á einum fundi.
Reuters veit at siga, at Vladimir Putin er komin til Kina, og hann hevur longu hitt kinesiska forsetan, Xi Jinping.