Tað skrivar norska kringvarpið NRK í morgun.
Í tvey samdøgur fyrst í vikuni leyp ukrainski herurin á Kertsj-brúnna, sum knýtir Krim-hálvoynna til russiska meginlandið.
Onnur av breytunum - breytin, har bilaferðslan koyrir - endaði í havinum, samstundis sum siglingarleiðin inn og út av Azov-havinum er blokerað.
- Sambandið um Kertsj-brúnna hevur velduga stóran týdning fyri Putin-stjórnina, og sambandið hevur eisini stóran strategiskan týdning.
NRK veit at siga, at sambært serfrøðingum kann knústi parturin av brúnni skapa stórar avbjóðingar fyri vápnaveitingar til Krim og russiska herin í Ukraina annars.
Ukraina hevur áður lopið á brúnna, og sagt hevur verið, at heilt síðan fyrsta álopið, hevur tokbreytin ikki kunnað borið tyngstu tokini.
Í álopinum hesaferð er tað so breytin bil bilaferðsluna, sum er farin í knús og sum nú liggur og forðar siglingini inn og út av Azov-havinum.

Ukrainska álopið verður lýst sum tekniskt krevjandi og er eitt tekin um, at Ukraina hevur bæði styrkina og hernaðarligu evnini at raka Russland meint.
Serfrøðingar trúgva neyvan, at ukrainska álopið einsamalt fer at tvinga russiska forsetan til samráðingarborðið.
- Men, mett verður, at álopið leggur trýst á myndugleikarnar í Moskva, veit NRK at siga.
Meira um hetta kann lesast á www.nrk.no