info
Ongi úrslit

Bill er sera væl nøgdur við løgtingsvalið

- Eg haldi, at veljarar í okkara øki hesaferð løgdu dent á at velja lokalt, og eg eri sera takksamur fyri undirtøkuna, sum flokkurin og eg persónliga fingu á løgtingsvalinum í gjár

Vilmund Jacobsen
27. mars 2026 kl. 14:12

Fólkaflokkurin, sum gjørdist vinnari á løgtingsvalinum í gjár við níggju løgtingslimum, hevði eisini eitt søguliga gott væl í Runavíkarøkinum, har flokkurin fekk heili 36,9 prosent av atkvøðunum.

Bill Justinussen, sum fyri tíð síðan gjørdist limur í Fólkaflokkinum og læt seg stilla upp á listanum hjá flokkinum hesaferð, endaði á einum sjeynda plássi við tilsamans 445 persónligum atkvøðum.

- Eg haldi, at veljarar í okkara øki hesaferð løgdu dent á at velja lokalt, og eg eri sera takksamur fyri undirtøkuna, sum flokkurin og eg persónliga fingu á løgtingsvalinum í gjár.

Í 1992 var Bill Justinussen við til at stovna Miðflokkin saman við Jenisi av Rana og øðrum.

Eftir at hava sitið í landsstýrinum fyri Miðflokkin við familju-og heilsumálum í hálvt annað ár í 2002 til 2004 við Anfinni Kallsberg sum løgmanni, varð Bill Justinussen valdur í løgtingið fyri Miðflokkin á løgtingsvalinum í 2004.

Hann sat á løgtingi fram til 2022, tá hann gjørdist ov stuttur og fall.

Nú er Bill Justinussen so aftur í løgtinginum - hesaferð umboðandi Fólkaflokkin.

- Tað er einki ilt millum meg og Miðflokkin, og eg fegnast eisini um góða valið hjá Steffani Klein Poulsen, har hann varð fyrstvaldur við heili 701 atkvøðum, og Jenis av Rana sum næst valdur fekk 363 persónligar atkvøður.

Vit kunnu leggja aftrat, at Sámal Hanni Lognberg endað á triðja plássi hjá Miðflokkinum við 198 persónligum atkvøðum og gjørdist ov stuttur hesaferð.

Tá vit spyrja Bill Justinussen, um ein møguligur landsstýrissessur hevði tiltalað hann aftur, um møguleikin beyðst, sigur hann, at so langt eru tey slett ikki komin í Fólkaflokkinum.

- Enn vita vit ikki, hvussu ein komandi landssstýrissamgonga fer at síggja út, og tí havi eg slett ikki hugsað tankan um møguligan landsstýrissess, sigur nývaldi fólkafloksmaðurin í dag.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

11 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin partur av størri verkætlan

30 minuttir síðan
Tíðindi

John Mogensen Jam á Reinsarínum í annaðkvøld

35 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Oleksandra fór eftir brenni og fann ein arm

44 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Atkoma á Tórsvøll fyri koyristólsbrúkarar

1 tími síðan
Tíðindi

Ann 20 ára starvsdag

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir­skip­að trygd í Norður­londum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Hvør var besti leikarin í oktober?

2 tímar síðan
Tíðindi

Støre og Mette ósamd um samrøðu við Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt álop á tokstøð kravt 13 mannalív

3 tímar síðan
Tíðindi

Neyðugt at verja javnstøðuna

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri dialogar eftir Platon í føroyskari týðing

3 tímar síðan
Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

5 tímar síðan