Trettan fólk eru deyð í einum russiskum dronuálopi á størstu tokstøðina í ukrainska býnum Dnipro.
Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar sambært Reuters.
Dronan rakti ein fólkaríkan pall, meðan ferðafólk vóru um at fara umborð á eitt tok. Sambært ukrainska statsliga jarnbreytarfelagnum Ukrzaliznytsja var talan um eina jetdrivna dronu.
Tokið skuldi fara til býin Zaporizjzja longri suðuri. Jarnbreytarfelagið sigur, at fólk vóru á pallinum, hóast ávaring var givin um øktan vanda.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at tíggju fólk harumframt vórðu særd í álopinum.
Hann nýtir álopið til at heita á USA og onnur vestanlond um ikki at linka trýstið á Russland.
– Revsitiltøkini móti Moskva og russisku krígsmaskinuni mugu ikki linkast, so leingi sum russiska kríggið heldur fram, skrivar Zelenskyj á sosiala miðlinum X.
Dnipro liggur í eystara parti av Ukraina og hevur verið ein týðandi flutnings- og útgerðarmiðdepil undir krígnum.
Kelda: Ritzau/Reuters