info
Ongi úrslit

Yvir­skip­að trygd í Norður­londum

Trygd, verja og tilbúgving hava verið høvuðsevnini á 78. ársfundi Norðurlandaráðsins, sum hevur verið hildin í Helsinki í Finnlandi í hesum døgum. Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, hava luttikið á fundinum, og hesaferð hava føroysku varalimirnir, Høgni Hoydal og Fía Selma Nielsen, eisini verið við.

Eirikur Lindenskov
29. oktober 2026 kl. 16:30

Løgtingið:

Yvirskipaða evnið fyri ársfundin hesaferð er Yvirskipað trygd í Norðurlondum.

Trygd og tilbúgving á skránni hjá formansskapinum
Formansskapurin í Norðurlandaráðnum, sum Sunnvá Dahl Høgfeldt er limur í, hevði sum vant nógv á skránni. Serliga vóru tað trygd, verja og tilbúgving, sum settu dagsskránna.

Formansskapurin fekk eisini eina stutta dagføring um arbeiðið í nevndini, sum arbeiðir við at dagføra Helsingforsavtaluna, ið er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum.

Harumframt hevði formansskapurin fundir við norðurlendsku samstarvsráðharrarnar og uttanríkisráðharrarnar, har høvi var at seta ráðharrunum spurningar.

Sálarlig heilsa og útbúgvingar til umrøðu
Bjørg Brynhildardóttir Egholm er limur í Mentanarnevndini (Udvalget for Kundskab og Kultur). Á fundinum í nevndini varð serliga dentur lagdur á sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum og samstarvið millum Norðurlond um sínámillum góðkenning av yrkisútbúgvingum.

Mentanarnevndin hevði eisini fund við norðurlendsku mentamálaráðharrarnar, har Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, millum annað luttók.
Finski forsetin gestarøðari á ársfundinum
Sjálvur ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum varð settur týsdagin kl. 14.30. Finski tingformaðurin, Jussi Halla-aho, bjóðaði vælkomin, og forseti Norðurlandaráðsins, Ville Väyrynen, setti ársfundin.

Á hvørjum ári verður ein høvuðsgestur boðin at halda røðu á ársfundinum. Hesaferð var tað finski forsetin, Alexander Stubb.

Í røðu síni legði Stubb millum annað dent á týdningin av, at Norðurlond fáa størri altjóða ávirkan, og at hetta best kann røkkast, um londini standa saman.

Stubb umrøddi eisini stutt telefonsamrøðuna við russiska forsetan, Vladimir Putin, sum hann og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, høvdu havt fyrr um dagin.
Dagføringin av Helsingforsavtaluni fekk drúgva umrøðu
Norðurlendski toppfundurin, sum sambært siðvenju er á skránni fyrsta dagin, fekk sum vant serligan ans. Á hesum fundi hittast Norðurlandaráðið og norðurlendsku stjórnarleiðararnir, og limirnir í ráðnum hava høvi at seta stjórnarleiðarunum spurningar.

Nógv umrødda dagføringin av Helsingforsavtaluni fekk drúgva viðgerð, bæði á toppfundinum og á ársfundinum sum heild.

Nógvir limir í Norðurlandaráðnum undraðust á, at nevndin, sum varð sett at kanna møguleikarnar fyri at javnseta Føroyar, Grønland og Áland við hini londini í norðurlendska samstarvinum, enn ikki var komin á mál við arbeiðinum.

Ætlanin var annars, at nevndin skuldi leggja endaligu frágreiðing sína fyri Norðurlandaráðið á júst hesum ársfundinum.

Føroysku limirnir nýttu høvið at seta spurningar hesum viðvíkjandi. Eisini løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, søgdu seg vera vónsviknar av, at nevndin ikki hevði avgreitt arbeiðið sum avtalað.
Sunnvá Dahl Høgfeldt vald til varaforseta í Norðurlandaráðnum
1. januar 2027 taka Danmark, Føroyar og Grønland við forsetaskapinum í Norðurlandaráðnum.

Hósdagin, sum var seinasti dagur á ársfundinum, var val av forseta og varaforseta í Norðurlandaráðnum fyri 2027 á skránni á felagsfundinum.

Vanliga hevur Norðurlandaráðið ein forseta og ein varaforseta. Hesaferð varð tó ein serlig skipan vald, har Danmark fær forsetan í Norðurlandaráðnum í 2027, Grønland fær varaforsetan fyrru helvt av árinum, og Føroyar fáa varaforsetan seinnu helvtina.

Føroyski limurin Sunnvá Dahl Høgfeldt varð vald til varaforseta í Norðurlandaráðnum. Hon tekur við sessinum 1. juli 2027 og situr árið út.
Næsti fundur í Stokkhólmi
Næsti fundur hjá Norðurlandaráðnum verður í Stokkhólmi 7.–9. desembur 2026, tá formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur desemburfund.


Frá vinstru: Sunnvá Dahl Høgfeldt, Lars-Christian Brask og Justus Hansen.
Danmark, Føroyar og Grønland taka við forsetaskapinum 1. januar 2027.
Justus Hansen verður varaforseti fyrru helvt av árinum, og Sunnvá Dahl Høgfeldt
tekur við sum varaforseti 1. juli 2027.

Mynd: Magnus Fröderberg/Norden.org

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, limur í Mentanarnevndini hjá Norðurlandaráðnum
(Udvalget for Kundskab og Kultur i Norden).

Mynd: Stine Østby/norden.org

Høgni Hoydal, varalimur í Norðurlandaráðnum.

Mynd: Stine Østby/norden.org

Varaforseti Norðurlandaráðsins frá 1.juli 2027, Sunnvá Dahl Høgfeldt, stýrdi einum parti av kjakinum á fundinum.

Mynd: Stine Østby/norden.org

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

9 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ann 20 ára starvsdag

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Hvør var besti leikarin í oktober?

1 tími síðan
Tíðindi

Støre og Mette ósamd um samrøðu við Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt álop á tokstøð kravt 13 mannalív

2 tímar síðan
Tíðindi

Neyðugt at verja javnstøðuna

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri dialogar eftir Platon í føroyskari týðing

2 tímar síðan
Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

3 tímar síðan
Tíðindi

Pedro Sánchez vil hava svar eftir vanlukkuna

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Ynskja vit at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið?

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

5 tímar síðan
Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

6 tímar síðan