– Hvat hava útlendingar, sum nú búgva í Føroyum, upplivað í lívinum, og hvussu uppliva tey lívið her?
Hetta eru nakrir av høvuðsspurningunum í dokumentarisku verkætlanini Vit føroyingar – úr øllum heiminum. Verkætlanin kann vónandi hjálpa okkum at skilja betur tey fólkini, sum av ymiskum orsøkum hava valt at búseta seg her í Føroyum og gerast partur av føroyska samfelagnum.
Tað er John Johannessen, journalistur, sum skrivar greinarøðini, sum verður prentað í Sosialinum. Tann fyrsta er prentað í Sosialinum hesaferð – og tað er hendan greinin, sum haldarar hjá Sosialinum eisini kunnu lesa á in.fo.
Í verkætlanini verða lívssøgurnar hjá fólkum úr ymsum londum savnaðar. Tey búgva, arbeiða og liva nú í Føroyum og siga frá lívinum, áðrenn tey fluttu higar, frá leiðini til Føroya og frá royndunum og avbjóðingunum við at skapa sær eina nýggja tilveru og kenna seg heima í føroyska samfelagnum.
Greinarnar í Sosialinum eru avísparturin av verkætlanini. Tær byggja á brot úr samrøðum, sum eru gjørdar til eina komandi bók og margmiðlatilfar við sama heiti. Bókin og margmiðlatilfarið koma eftir ætlan út í 2027.
Tað ber illa til at fara undir eina so stóra verkætlan uttan stuðul. Hesir stovnar, miðlar og kommunur hava valt at stuðla arbeiðinum:
Mentanargrunnur Landsins, Sosialurin, Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Vágs Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Eysturkommuna og Runavíkar Kommuna.