Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og danska starvssystirin, Mette Frederiksen, hava tosað saman eftir ósemjuna um eitt norðurlendskt telefonátak mótvegis Russlandi.
– Mette Frederiksen er ein tættur samstarvsfelagi hjá mær, bæði politiskt og persónliga, sigur Støre við norska vinnulívsblaðið Dagens Næringsliv sambært NTB.
– Vit høvdu eina góða telefonsamrøðu í gjár og vóru samd um, at vit síggja ymiskt upp á samrøðuna, sigur hann.
Støre og finski forsetin, Alexander Stubb, tosaðu týsdagin í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin, í 90 minuttir.
Hetta átakið fanst Mette Frederiksen at. Hon segði við TV 2, at hon var sera ivasom um norska og finska stigið, tí tað ikki var samskipað við hini evropeisku londini.
– Eg haldi, at vit skulu halda Evropa saman í staðin fyri at fara hvør sær, segði hon í sambandi við fundin hjá Norðurlandaráðnum í Finnlandi.
Hon segði seg heldur ikki vita, hvat Noreg og Finnland væntaðu at fáa burtur úr samrøðuni.
Støre svaraði aftur, at øll sameind lond vóru kunnað frammanundan.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur hinvegin takkað Noregi og Finnlandi fyri teirra virknu stuðul til ukrainska diplomatiið og felags friðarroyndirnar.
Noktar søgu um fyrilestur frá Putin
Støre vísir eisini aftur eina frásøgn í Financial Times. Blaðið skrivaði við ónevndum keldum, at Putin nýtti meginpartin av samrøðuni til at greiða frá slaviskari miðaldarsøgu.
Norski forsætisráðharrin sigur, at hetta ikki er rætt. Hann hevur kravt, at Financial Times rættar greinina, men blaðið hevur higartil sýtt fyri tí.
– Tey mugu sjálv taka redaktionella ábyrgd av tí. Vit, sum vóru við í samrøðuni, hava víst aftur, at hon var ein fyrilestur um slaviska søgu, tí tað var hon ikki, sigur Støre.
Ritzau/NTB