Christine Lagarde fer frá sum forkvinna í Evropeiska Miðbankanum, ECB, 7. februar næsta ár.
Tað boðar miðbankin frá. Skeiðið hjá henni skuldi annars halda fram til endan av oktober 2027, tá hon hevði sitið á ovastu rók í átta ár.
Evropeiska Ráðið skal tilnevna eftirmannin ella eftirkvinnuna. António Costa, forseti í ES, sigur, at arbeiðið at finna nýggjan ECB-leiðara byrjar beinanvegin.
Lagarde hevur staðið á odda fyri miðbankanum síðan november 2019. Í hesum tíðarskeiðinum hevur Evropa verið rakt av koronufarsóttini, kríggi, orkukreppu og stórum prísvøkstri.
Sambært Financial Times hevur Lagarde verið nevnd sum møgulig nýggj forkvinna í World Economic Forum. Reuters hevur skrivað, at hon longu kann verða vald á einum fundi 2. november, men eingin endalig avgerð er kunngjørd.
Við at fara frá tíðliga gevur hon ES-leiðarunum møguleika at finna ein eftirmann undan franska forsetavalinum í apríl 2027.
ECB hevur ábyrgdina av at halda prísunum støðugum í evrolondunum og miðar eftir einum prísvøkstri á tvey prosent. Miðbankin hevur higartil hækkað rentuna tvær ferðir í ár.
Áðrenn Lagarde tók við í ECB, var hon stjóri í Altjóða Valutagrunninum, IMF, og franskur fíggjarmálaráðharri.
Millum nøvnini, sum verða mett at hava møguleika at taka við, eru Klaas Knot og Pablo Hernández de Cos, fyrrverandi tjóðbankastjórar í ávikavist Niðurlondum og Spania.
Kelda: Ritzau/Reuters